Brellbiti úr nýggjari bók
Nýggj bók um líknilsi og myndatalu Jesusar fer at koma út í apríl mánaði. Bókin er í 52 kapittlum og er samansett av myndum, bíbliuteksti, hugleiðing, meira innliti og spurningum til samtalu. Her er ein brellbiti frá einum kapittli úr bókini - bíbliuteksturin og hugleiðingin.
Líknilsi um stóra náttaran
Lukas 14:15-24
Táið ein av teimum, ið sótu til borðs við, hoyrdi hetta, segði hann við Hann: "Sælur er tann, ið sleppur at sita til borðs í ríki Guds!" Tá segði Hann við hann: "Maður var, sum gjørdi stóran nátturða og beyð mongum. Og hann sendi út tænara sín, um ta tíðina nátturðin skuldi verða, at siga við hinar bodnu: "Komið, tí nú er alt til reiðar!" Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði við hann: "Eg havi keypt nakað av jørð og eri noyddur at fara út at hyggja at henni; eg biði teg - halt mær til góða!" Ein annar segði: "Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari út at royna teir; eg biði teg - halt mær til góða!" Uppaftur ein annar segði: "Eg havi tikið mær konu, og tí fái eg ikki komið." Tænarin kom so og segði harra sínum hetta. Tá varð húsbóndin illur og segði við tænara sín: "Far skjótt út á gøtur og stræti í býnum, og fá fátæk og kryplar, lamin og blind inn higar!" Tænarin segði tá: "Harri! Tað, sum tú gavst boð um, er gjørt; og rúm er enn." Tá segði harrin við tænaran: "Far út á vegirnar og út at gørðunum og noyð tey at koma inn, so hús mítt kann verða fult! Tí eg sigi tykkum, at eingin av hinum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka nátturða mín.""
Kom til borðs og fá besta bitan!
At fáa innbjóðing í brúdleyp ella veitslu er altíð stuttligt, og tú gleðir teg til góða matin, samveruna og undirhaldið. Í líknilsinum um stóru veitsluna í Lukasi 14:15-24 sigur Jesus frá harra, ið bjóðaði gestum í stóra veitslu. Men tá alt var til reiðar, og tænarin fór út eftir gestunum, bóru øll seg undan, tí onnur viðurskifti høvdu hægri raðfesting - ognir, starv og persónssambond. Harrin misti tó ikki mótið, men sendi tænaran út at bjóða øðrum inn - kryplar, sjúk, blind og fremmand. Tey fingu øll gleðina av góða matinum, djúpu samveruni og frálíka undirhaldinum.
Gud bjóðar okkum í sína veitslu, har hann borðreiðir við besta matinum, inniligastu samveruni og mest frálíka undirhaldinum, ið letur eygu okkara upp fyri tí, sum er týdningarmiklast og dýrabarast í lívinum. Men eins og innbodnu gestirnir í líknilsinum raðfesta vit mangan tað hægst, sum er minni vert - tað næstbesta.
Okkara egnu ognir gerast týdningarmiklari enn maturin, sum Gud bjóðar. Okkara egna yrkisleið verður framdrátturin í lívinum heldur enn samveran, sum Gud bjóðar. Og vit velja okkara egna inniligleika við onnur heldur enn tað vinalag, sum Gud bjóðar. Veitslan heldur tó fram, og mong eru tey, sum njóta betri mat, betri samveru og betri undirhald enn tað næstbesta, sum vit hava raðfest hægst.