Brellbiti frá nýggjari bók (2)

February 24, 2016

 

Nýggj bók um líknilsi og myndatalu Jesusar kemur út í apríl mánaði. Bókin er góð sum familjuandaktsbók, har familjan einaferð um vikuna kann seta seg saman og hyggja at einum líknilsi Jesusar.

Bókin er í 52 kapittlum og er samansett av myndum, bíbliuteksti, hugleiðing, meira innliti og spurningum til samtalu.

Her er ein brellbiti frá einum kapittli úr bókini - bíbliuteksturin og hugleiðingin + nakrir sannleikar, sum eru verdir at vita um bakgrundina til líknilsi.

Eingin skræðir bót av nýggjum plaggi og setur hana á gamalt; tí so bæði skræðir hann sundur hitt nýggja plaggið, og heldur ikki hóskar bótin av hinum nýggja til hitt gamla (Lukas 5:36)

Munurin millum lívgevandi og mergsúgvandi boð

At seta bót á klæðir er ikki gerandiskostur longur. Men á Jesusar døgum vistu øll, hvussu týdningarmikið tað var at bøta slitin klæðir. Tá Jesus segði líknilsið um at seta bót á gamalt plagg (Lukas 5:36) vistu øll tí, hvat hann sipaði til.

 

Jesus nýtti hesa myndina á andaligan hátt, tá ið jødarnir spurdu hann, hví lærisveinar hansara ikki fastaðu, tilbóðu og livdu, eins og aðrir jødar gjørdu. Hann svaraði fordómsfullu jødunum, at eingin samanrenning er millum gamlan siðbundnan jødadóm og nýggja frælsisevangeliið, sum hann boðar.

 

Hann er komin við nøkrum nýggjum, sum ikki er bundið av gomlum vanum. Hann er komin at geva lív og ikki krevja nakað afturfyri. Hann er komin við einum lívsumbroytandi boðskapi, sum loysir menniskju frá ótta og noyðslu og gevur teimum í staðin vón um eitt livandi samfelag og vinskap.

Størsta avbjóðingin á okkara døgum er at kenna munin á lívgevandi boðskapi Jesusar og mergsúgvandi krøvunum, sum vit seta hvør øðrum í Jesusar navni!

 

Vert at vita

  • Les frá 33. versi fyri at kenna samanhangin. Heilt frá 5:33 til 6:11 síggja vit, hvussu mótstøðan móti Jesusi og boðskapi hansara økist. Í hesum líknilsinum eins og tí næsta er spurningurin, hví lærisveinar Jesusar ikki fasta. Svarið, sum Jesus gav teimum, var, at ein nýggjur vegur var komin, og at tað ikki ber til at blanda gamla jødadómin við nýggja veg Kristusar.

  • Fyri at skilja týdningin av føstu mugu vit hyggja at søguligu bakgrundini. Føsta hevði sínar djúpu røtur í jødadóminum og var ein av djúpastu mátunum at tilbiðja. Føsta var tengd at stóra bótardegnum í Gamla Testamenti (3. Mós. 16:29). Haraftrat fastaðu jødar fýra dagar fyri at minnast, at templið varð lagt í oyði ár 586 f.Kr (Zek. 7:3, 5; 8:19). Føsta varð eisini nýtt í iðran (1. Kong. 21:27; Jóel 1:14; 2:15-27; Es. 58:1-9) og sorg (Ester 4:3). Fariseararnir høvdu gjørt eina skipan, har allir jødar skuldu fasta tvær ferðir um vikuna - mánadag og hósdag – tá ið øll skuldu biðja fyri landinum (Lukas 18:12; Didache 8:1; SB 4:77-114). Lærisveinar Jóhannesar doypara fastaðu (Lukas 7:33), og tað gjørdi Jesus eisini (Lukas 4:2; 22:16, 18; Matt. 6:16-18) eins og fyrsta samkoman (Áp. 13:2-3; 9:9; 14:23). Men sjálvt um føsta í sær sjálvum er góð og neyðug, fer Jesus longri niður í hjartað. Hann sigur ikki, at vit ikki skulu fasta ella biðja. Men spurningurin um raðfesting er týdningarmikil. Jødarnir søgdu, at lýdni móti lógunum um føstu og annað var týdningarmiklari enn at eta og drekka saman við syndarum. Men Jesus segði, at um religiøsar siðvenjur forða okkum at elska øll menniskju, so er raðfestingin skeiv. Og hann sigur, at nýggi vegur Kristusar kann ikki blandast við gamla jødadómin og siðvenjur teirra.

  • Les eisini Matteus 9:16 og Markus 2:21.

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved