Jesus vísti kvinnum heiður


Í samband við altjóða kvinnudagin, vil eg gera mítt til, at bíbilski boðskapurin um kvinnuna í samfelagnum og samkomuni skal verða hoyrdur.

Kristindómurin boðaði ein boðskap, sum gav nýggja hugsan um kvinnuna í rómverk-jødiska heiminum og samfelagnum. Sanniliga var tað ein nýggjur og annaleiðis vegur – ein nýggj leið. Tað, sum Jesus og alt Nýggja Testamenti opinberaði um kvinnuna var revulusjunerandi! Kvinnan varð lyft upp á tað støði hon hoyrdi heima frá fyrstan tíð – at vera javnlíki mannsins, skapt í bílati Guds (1. Mós. 2:18-20).

Ein kvinna var lyft upp frá tí at vera roknað fyri hálvt djór, træl og ogn, til at vera á jøvnum støði við mann sín, ein hjálpari, ein lívsfelagi, og ein, sum kundi njóta náði lívsins á sama hátt sum maðurin. Hesin sami boðskapur má og eigur at ljóða í heimum, samfelag og samkomum okkara enn í dag!

Í taluni omanfyri tali eg um henda lívgevandi boðskap fyri kvinnuna og áminnandi boðskap fyri menn at hugsa um. Talan er talað í Lívdini í 2006.

Góðan altjóða kvinnudag!

#Kvinnan #Samkoman #Kristindómur

Recent Posts