Prát um hjúnaskilnað á KVF
Samtalan omanfyri er frá Degi & Viku tann 1. november, 2012.
2 AV 3 HJÚNARBONDUM HALDA!
Í mong ár hava vit hoyrt um hagtøl, sum lýsa vánaligu støðuna hjá hjúnabondum. Kanningar í londunum rundan um okkum vísa, at 50% skiljast við fyrstu giftu, 70% skiljast við aðru giftu, og at 80% av teimum, sum liva saman áðrenn hjúnaband, skiljast. Slík hagtøl kunnu taka móti frá ungum um at ganga inn í hjúnaband, tí tá vandin fyri hjúnaskilnaði er so stórur, kann tað tykjast betri bara at liva saman uttan halganina til hjúnabandið.
Men sannleikin er tann, at í eini størri heildarmynd, eru hesi hagtølini ikki álítandi! Tey eru ikki grundað á veruligar og kritiskar kanningar, men á gitingar um, hvussu tað møguliga kann enda. Gleðiligu niðurstøðurnar í neyvari hagtalsligum kanningum, sum nýliga eru gjørdar í USA, eru heilt øðrvísi: Kanningarnar vísa, at hjúnaskilnaður í fyrstu giftu er millum 20–25%. Í øllum hjúnabondum – verið tað í fyrstu, aðru ella fleiri giftum – eru taðbert 31–35%, sum enda í hjúnaskilnaði. Sjálvandi eru hesi tølini ov høg enn. Men sannroyndin, at nógv tey flestu hjúnabondini vara alt lívið, er gleðiligur og gevur vón og megi at berjast fyri hjúnabandinum.
Hetta hevur stóran týdning. Parráðgevar, prestar, pastorar og vegleiðarar kunnu geva pørum, sum søkja sær hjálp, vón um, at tey kunnu klára tað. Vit kunnu siga við ung pør:
· Tit hava allar fortreytir fyri at hava eitt gott parlag
· Ræðandi hagtølini um hjúnaskilnað eru ikki álítandi
· Sannroyndir vísa, at flestu parløg eydnast, og tað kunnu tit eisini!
Sannleikin er, at hjúnaskilnaður er ikki størsta hóttanin móti parlagnum. Vónloysi og ivi eru tað! Pør hava brúk fyri at vita, at tað er vón fyri parlagi teirra – at elska og liva!
(Brot úr bókini "At Elska og Liva" eftir Unn og Jógvan Zachariassen, 2014).