top of page

Hvat Palli Pumm lærir samkomur um vinabond


Eitt, sum eg havi gleðst um saman við børnum mínum, líka síðani tey vóru lítil, eru teknifilmarnir. Eg elski teknifilmar og havi sæð allar teknifilmarnar, sum tey eiga. Teir siga okkum so nógvar sannleikar um lívið, sjálvt um teir henda í einum hugflogsheimi. Eg havi fingið nógvar góðar myndir og góð hugskot til talur mínar frá teknifilmunum! Ein av mínum yndisteknifilmum er Palli Pumm. „Bjørnin Palli“, sum vinfólk hansara kalla hann, ella bara „Pumm“ minnir meg aftur og aftur á, at øll menniskju kunnu falla og koma illa fyri. Øll hava tíðir í lívinum, tá ið tey koma tvørt fyri. Men hvør gott er tað ikki tá at hava góðar vinir!

Lesið saman við mær hendingina, tá ið Pumm fer at vitja Kaninus. Hann etur so nógvan hunang frá Kaninusi, at hann kemur illa fyri, tá ið hann skal út aftur úr holuni hjá Kaninusi:

„Palla Pumm dámdi altíð so væl ein munn av onkrum klokkan ellivu fyrrapartin, og hann varð ógvuliga fegin at síggja Kaninus seta skálir og krúss á borðið; og tá ið Kaninus segði: ‘Vilt tú hava hunang ella súltutoy aftur við breyðbitanum?’ varð hann so glaður, at hann segði: ‘Bæði,’ og so legði hann afturat fyri ikki at vera ov grammur: ‘Men sama ger við breyðbitanum.’ Og so í eina góða løtu hoyrdist einki meira frá honum, ikki fyrr enn hann at enda reistist murrandi við heldur klistrutari rødd, tók hjartaliga í labban á Kaninusi og segði, at nú noyddist hann at fara.

‘Noyðist tú?’ segði Kaninus fólkaliga.

‘Eg kundi kanska bíðað eitt sindur, um – um tú – ’ og hann royndi at hyggja ógvuliga beint yvir ímóti spískamarinum.

‘Eg ætlaði mær sjálvur út eitt ørindi,’ segði Kaninus.

‘Íðan, so fari eg. Farvæl!’

‘Farvæl, meðni. Og tað er vist, at tú ikki orkar meira?’

‘Er meira eftir?’ skundaði Pumm sær at spyrja.

Kaninus tók oman av íløtunum og segði: ‘Nei, nú er einki eftir.’

‘Eg hugsaði so við,’ segði Pumm og nikkaði. ‘Farvæl, Kaninus, nú má eg fara.’

So fór hann til holið og vildi út. Hann tók í við framlabbunum og setti frá við afturlabbunum, og tá ið hann hevði stríðst eina løtu, var nøsin komin útum – so oyruni – so framlabbarnir – so akslarnar – og so…

‘Áh, hjálp!’ segði Pumm. ‘Eg má heldur sleppa mær inn aftur.’

‘Áh, dekan fari!’ segði Pumm. ‘Eg má sleppa út.’

‘Eg sleppi hvørki!’, segði Pumm. ‘Áh, hjálp, og dekan fari!’

…‘Soleiðis er,’ segði Kaninus álvarsliga, ‘tá ið tú etur ov nógv. Eg hugsaði við mær sjálvum,’ segði Kaninus, ‘at annar okkara át ov nógv, og eg visti, at tað var ikki eg. Men nú má eg fara at finna Kristoffur Róa.’

Kristoffur Rói búði í hinum endanum á skóginum, og tá ið hann kom aftur við Kaninusi og sá fremsta partin á Pumm, segði hann: ‘Tín býtta, gamla bjørn’ so blíður á málinum, at hinir fingu vónina aftur.

…‘So er bert eitt at gera,’ segði hann. ‘Vit noyðast at bíða, til tú klænkar aftur.’

‘Hvussu leingi tekur tað at klænka aftur?’ spurdi Pumm, illa við. ‘Umleið eina viku vildi eg hildið.’

‘Men eg kann ikki vera her í eina viku!’

‘Vit kunnu lesa fyri tær,’ segði Kaninus fyri at ugga hann. ‘Eg hopi ikki, tað fer at kava,’ legði hann afturat.

…‘Í eina viku!’ segði Pumm tungliga. ‘Fái eg so einki at eta?’ ‘Tað fer ikki at bera til,’ segði Kristoffur Rói, ‘tá ið tú skalt klænka skjótt. Men vit fara at lesa fyri tær.’

…So í eina viku las Kristoffur Rói sovorðnar bøkur við norðurendan á Pumm, og Kaninus hongdi klæðir at turka við suðurendan á honum – og inni ímillum báðar endarnar føldi Pumm, at hann klænkaði og klænkaði. Og tá ið ein vika var farin, segði Kristoffur Rói: ‘Nú!’

So tók hann í framlabbarnar á Pumm, og Kaninus tók í Kristoffur Róa, og allir vinirnir og kenningarnir tóku í Kaninus, og so togaðu tey øll í senn…

Og eina langa løtu segði Pumm bara: ‘Ei’… ‘Áh’…

Og so, alt í einum, segði hann: ‘Hups!’ júst sum tá ið ein proppur kemur úr fløskuni.

Og Kristoffur Rói og Kaninus og allir vinir og kenningar hansara settu seg afturá í ein stóran dunga, og ovast í dungan setti Palli Pumm seg, leysur!

Tá ið hann so hevði nikkað til vinir sínar at takka fyri, helt hann fram sína leið gjøgnum skógin, murrandi errin fyri seg sjálvan…“

---

Pumm visti væl, at hann ikki skuldi eta so nógvan hunang, men hann gjørdi tað kortini. Úrslitið var eisini, at hann ikki slapp út úr holuni hjá Kaninusi. Har sat hann fastur! Í samkomuni eru tað eisini fólk, sum koma illa fyri. Mangan eru tað trupulleikar, sum fólk sjálv fløkja seg uppí, og avleiðingarnar eru, at tey gerast føst. Hvør gott er tað ikki tá at hava vinir og samfelag við onnur, sum kunnu hjálpa.

Hevur tú nakran at hjálpa tær? Kaninus og Kristoffur Rói vóru skjótir at hjálpa Pumm. Teir vóru skjótir at rópa á øll hini í skóginum um at hjálpa Pumm út úr holini, sum hann sat fastur í. Hvussu er í samkomum okkara? Eru vit skjót at hjálpa øðrum, tá ið tey eru í neyð, ella eru vit skjót tá at finnast at teimum? Eru vit villig at brúka tíð saman við teimum, ella eru vit ótolin? Gævi, tað var soleiðis, at sama hvat hendir fólki, og sama hvør orsøkin er, so røkkur samkoman út til teirra, sum eru í trupulleikum og neyð.

At hjálpa Pumm tók tíð. Tað tók Kristoffuri Róa langa tíð at fáa Pumm leysan. Sjálvt um tað tók eina heila viku, so sat Kristoffur Rói trúgvur og las fyri Pumm. Kaninus og Kristoffur royndu alt, teir kundu, men illa gekst. Pumm hevði etið ov nógvan hunang! Tað var bert eitt at gera, og tað var at bíða, til hann var klænkaður aftur.

At hjálpa øðrum tekur tíð! Verulig hjálp er ikki løtuverk. Tað krevur tíð, halgan og fyrireiking. Samkoman sum eitt samfelag og vinalag millum brøður og systrar tekur neyðugu stigini at hjálpa teimum, sum eru í neyð, sama hvussu nógva tíð, halgan og fyrireiking tað krevur.

Hvør er okkara „hunangur“? Freistingar? Hvat stríðist tú við? Tá ið Kristoffur Rói og vinirnir úr skóginum endiliga fingu hálað Pumm út úr holuni, helt hann fram leið sína, inntil hann kom til eitt træ, har býflugur høvdu síni bøli. Træið var fult av hunangi. Og hvat gjørdi Pumm? Hann byrjaði aftur at eta hunang! Soleiðis er tað tíanverri eisini í samkomulívinum. Tá ið vit hava hjálpt onkrum gjøgnum trupulleikar, so fløkir hann seg upp í tann næsta trupulleikan, áðrenn vit vita av. Hvør gott er ikki at hava góðar og rættar vinir, sum aftur og aftur kunnu hjálpa! Samkoman er eitt samfelag millum vinir, sum standa hvør øðrum við lið, sama hvørjar umstøðurnar eru.

„Brøður! Um nú onkur skuldi verðið tikin av fótum av onkrari synd, so hjálpið honum til rættis, tit andaligu, við spakførisanda, og síggj til tín sjálvs, at ikki eisini tú verður freistaður! Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar!“ (Gal. 6:1–2).

(brot úr bókini "Samkoman" s. 76-79)

Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page