Maskan

July 19, 2017

 

Sum smádrongur fór eg viðhvørt við pápa mínum til Keypmannahavnar. Eg minnist serliga væl túrarnar, tá vit vóru í Sirkus. Her bergtóku klovnarnir meg við sínum puntutu, litríku klæðum, stóru skóm, breiðu seðlum, fína hatti og fagurt málaðu andlitsmasku. Glógvandi eyguni, reyða nøsin og stóru smílandi varrarnar gjørdu meg vónríkan og góvu mær hug at síggja meir.

 

Tí gloymi eg heldur ongantíð málningin av einum klovni, sum eg sá fyri nøkrum árum síðani. Klovnurin sat aftan fyri tjaldið, ið fjaldi pallin, meðan frammanfyri frøddust áskoðarnir og bíðaðu eftir meiri undirhaldi. Har sat hann við smílandi maskuni í aðrari hondini, men við hini helt hann boygda høvdi sínum, ímeðan tárini trillaðu niður eftir kinnunum. Vilstur, vónleysur og vónbrotin um veruligu støðu sína.

 

Hava vit ikki øll upplivað hetta í lívinum – at taka maskuna uppá fyri at fjala veruleikan, sum er innanfyri. Og so koma tíðir, tá ið vit sita aftan fyri tjaldið, ið fjalir veruleikan, við smílandi maskuni í aðrari hondini, men við hini halda boygda høvdi okkara, ímeðan tárini trilla niður eftir kinnunum.

 

Hvussu mangan betri er ikki at vera ektaður og frælsur. Einki spæl fyri gallarínum. Eingin smílandi maska, har tárini trilla niður eftir kinnunum innanfyri.

 

Ektaði menniskju eru óttaleys, men rík í verki. Djørv, men rík í náði. Fræls, men rík í kærleika. Tey leggja í onnur – veruliga. Tey eru eyðmjúk – av sonnum. Tey elska – av hjarta. Tey hava dygd – reinlynda góðsku. Tey brenna fyri evangeliinum – heilhugað íðin.

 

Kunnu tú og eg verða slík? Kunnu vit broytast? Ja, vit kunnu!

 

Brot úr bókini "Frælsi" s. 77-80

Tags:

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved