MUNURIN Á FORELSKILSI OG KÆRLEIKA
Kærleiki og forelskilsi kunnu ikki skiljast sundur sum tveir ymiskir lutir í lívinum, men kortini er munur á teimum. Forelskilsið sær bara tað positiva. Kærleikin tolir at síggja veikleikar. Forelskilsið hevur órealistiskar væntanir. Kærleikin góðtekur veruleikan. Forelskilsið hevur stórar dreymar. Kærleikin ger dreymar til veruleika. Forelskilsið letur kenslurnar stýra viljanum. Kærleikin letur kenslurnar og viljan ganga hond í hond.
Fólk kunnu siga, at tá ið forelskilsið hvørvur, verður alt keðiligt. Men tað verður bara keðiligt, um kærleikin hvørvur saman við forelskilsinum. Lokaldoyvandi forelskilsiskenslan fer við tíðini, men um kærleikin samtíðis veksur, so verður parlagið sterkari, og forelskilsið verður eisini verandi – bert ikki doyvandi longur.
Eitt mynstur, sum kann byrja í forelskilsinum og halda á í kærleikanum:
At brúka TÍÐ > LEIÐIR TIL ÁHUGA
At nýta ORÐ > LEIÐA TIL OPINLEIKA
At vísa VIRÐING > LEIÐIR TIL ÁLIT
Eitt parlag, sum frá byrjan uppbyggir hetta, hevur eina bjarta framtíð.
Brot úr bókini "At elska og liva" - s. 33-34