Ein elskandi pápi

August 30, 2017

 

“Pápi, elskar tú meg?” Hendan spurningin spurdi eg mangan pápa mín sum smádrongur. Bæði í orðum og í verki vísti hann mær, at hann elskaði meg, og at eg hevði eitt stórt rúm í hansara hjarta. Hann elskaði meg av sonnum! Men kortini helt eg á at spyrja: “Pápi, elskar tú meg?” Tað var sum um, eg ikki var fullvísur í kærleika hansara, og at hvørki orð ella gerðir vóru nóg mikið til tann tørvin, sum eg kendi djúpt í míni sál. Men trúgvur og tolin helt hann á at elska meg.

 

Nú, tá ið eg eri vaksin, skilji eg, at kærleikin, sum eg ynskti, pápi skuldi hava til mín, var ein kærleiki, sum hvørki hann ella nakar annar, í fullum máli, kundi geva mær. Djúpast inni í mínum hjarta vildi eg hava hann at elska meg við einum ævigum kærleika, sum bara Gud kann geva.

 

Børn spyrja beint fram: “Elskar tú meg?” Men vit vaksnu leita líka nógv eftir djúpum kærleika. Vit lata bara spurningin í annan málbúna og siga: Leggur tú nakað í meg? Virðismetir tú meg? Sært tú meg? Ert tú mær trúgvur? Vilt tú stuðla mær? Vilt tú tala væl um meg? O.s.fr.

 

Ein av mínum størstu lívslærdómum hevur verið at ásanna, hvussu tann avmarkaði og tíðarbundni kærleikin frá pápa, mammu, konu, børnum og vinum mínum avspeglar fullkomna, óavmarkaða, treytaleysa og æviga kærleika Guds. Tá ið eg fekk eyga á henda sannleika, byrjaði eg at síggja, hvussu kærleikin frá øðrum meir og meir opnar hjarta mítt fyri stóra kærleika Guds til mín.

 

Pápi er mín størsta fyrimynd í lívinum. Og kærleiki hansara til mín hevur givið mær frið í hjartað, gleði í sálina og mót í mergin at liva lív mítt væl. Mær tørvar ikki at stríðast at gera ymiskt í vónini um, at hann fer at elska meg meir. Mær tørvar heldur ikki at óttast fyri, at hann fer at elska meg minni, um eg gevist at gera okkurt. Kærleiki hansara ger meg heldur ikki líkasælan og ótakksaman, so at eg misbrúki kærleika hansara. Nei, tvørturímóti, kærleiki hansara eggjar meg at liva væl og rætt. Tað gevur mær ein djúpan longsul at fylgja fyridømi hansara í mínum kærleika til míni børn og míni kæru.

 

Inniliga samfelag mítt við pápa mín er ikki grundað á ótta, men á kærleika. Munurin er stórur. Eitt lív í ótta ger, at eg ongantíð føli meg nóg góðan ella nóg elskaðan. Nógv fólk stríðast við hetta gjøgnum alt lívið. Men eitt lív í kærleika ger, at eg kann hvíla og gleðast saman við øðrum, tí virði mítt liggur ikki í, hvat eg geri ella ikki geri. Virðið liggur í, hvør hin er, og hvat virði hann leggur í meg.

 

EG VEIT, AT PÁPI ELSKAR MEG

Hetta er grundleggjandi munurin á lógartrældómi og lívinum í frælsi, sum Paulus talar um í Galatiabrævinum 2:17-21:

 

"Men hava tit lagt til merkis, at vit ikki eru syndafrí enn? Og skal trúgv okkara á Jesus Kristus uppmuntra okkum at halda á at synda og soleiðis gera Jesus til eina orsøk at synda? Sjálvandi ikki! Gud hevur tikið burtur syndadómin, sum lá á mær, og um eg við mínum atburði fari at taka hendan dómin á meg aftur, so eri eg lógbrótari.Í roynd og veru hendi hetta: Eg var bundin at lógini og royndi at halda hana, so væl sum eg kundi. Men tað var ongantíð nokk! Tí havi eg vent mær burtur frá lógini sum míni vón um at verða góðtikin av Gudi og havi funnið mítt veruliga lív í Gudi gjøgnum Kristus. Eg bleiv krossfestur við Kristusi. Alt tað gamla doyði, og eg fekk eitt nýtt lív! Eg bleiv eitt við honum, og mítt ego doyði, hugurin at synda fór burtur, óttin fór, og royndirnar at toknast menniskjum og Gudi broyttist til eitt nýtt lív saman við Jesusi. Jesus livir nú í mær. Eg eigi ikki mítt egna lív longur. Eg eri ikki longur bundin av, hvat eg vil hava, men livi í trúnni á, at Jesus veit, hvat er best fyri meg. Og av tí at eg veit, at Jesus elskar meg og gav sítt lív fyri meg, so fari eg ikki aftur til gamla mátan at liva undir lóg og ótta. Tí geri eg tað, so seti eg náði Guds úr gildi og komi tí ikki at liva frælsur saman við Gudi. Um eitt livandi samfelag við Gud fæst í lag við at halda lógir og uppfylla krøv, so er Kristus jú deyður til einkis."

 

Lóglærararnir kendu ikki Gud sum ein elskandi Faðir, men sum ein ópersónligan Gud, ið var ringur at gera nøgdan. Teir stríddust alt lívið at gera verk í vónini um, at Gud ein dag fór at geva teimum tað, teir høvdu uppiborið. Paulus sigur, at ein, sum er bundin av lógartrældómi, stríðist til onga nyttu at gera góð verk í vónini um at verða elskaður meir. Men hin, sum hvílir í kærleika Guds, verður settur í frælsi, tí hann veit, at Guds kærleiki til hansara er fullkomin. Hetta frælsið fer ikki at gera hann líkasælan og ótakksaman. Nei, tvørturímóti, kærleiki Guds eggjar hann at liva væl og rætt, og hann fer ikki at ynskja at liva eitt lív í synd.

 

Lógartrældómur er eitt lív í ótta og leiðir til lógverk. Frælsi er eitt lív í kærleika og leiðir til rættvísisverk. Lógverk eru grundað á ótta og eru gerðir, sum ein noyðist at gera fyri at verða góðtikin. Rættvísisverk eru grundað á kærleika og eru gerðir, sum ein ynskir at gera, tí ein longu er góðtikin.

 

Lógverk og rættvísisverk kunnu síggja akkurát líka út í atburðinum hjá tveimum persónum. Báðir geva, tæna, biðja, lesa, koma á møti og stuðla hinum fátøku. Himmalvíði munurin er tó tann, at annar ger tað í ótta, og hin í kærleika. Annar ger tað í vónini at verða elskaður meir, og hin, tí hann longu er so nógv elskaður. Annar ger tað í vónini at verða góðtikin, og hin, tí hann longu er góðtikin. Sorgarleikurin er tó tann, at báðir eru longu góðtiknir og elskaðir av Gudi – ein veit tað, men hin veit tað ikki enn.

 

PÁPI VÍSIR, AT HANN ELSKAR MEG

Sum smádrongur búði eg hjá ommu míni í Hvalba. Pápi mín búði í Gøtu. Hvørt høvi, sum hann hevði, brúkti pápi saman við mær. Eg minnist tað eina árið, tá ið hann skuldi koma suður at halda jól saman við mær. Gleðin var stór jólaaftan, tá ið eg sá bilin uppi á kolavegnum og síðani dreya oman gjøgnum Leirarnar móti húsinum hjá okkum.

 

Ikki fyrr enn seinni fekk eg at vita, hvussu nógv pápi hevði gjørt fyri at koma suður til mín. Tað var ringt veður við nógvum kava, og koyrandi var næstan ikki eftir Oyggjarvegnum. Men pápi helt kortini avstað úr Gøtu fyri at klára til Havnar, áðrenn Smyril sigldi til Tvøroyrar seinnapartin. Men sera ringt var at koyra, og fleiri ferðir var hann um at standa fastur í kavafonnunum – og enn var hann ikki komin niðan á Oyggjarvegin.

 

Men alt í einum kom sjúkrabilurin ýlandi við fullari ferð og fullum ljósum á veg til Havnar. Pápi gjørdi ikki mætari enn at leggja seg í sporini hjá sjúkrabilinum og koyrdi aftan fyri hann allan vegin til Havnar. Tá ið hann kom oman á bryggjuna í Havn, byrjaði rampan á Smyrli at fara upp. Men hann legði seg á bilfloytuna og vinkaði á manningina um at sleppa umborð. Tíbetur sóu teir hann og koyrdu rampuna niður og lovaðu honum við.

 

Tá ið pápi segði mær frá hesi hendingini, skilti eg av nýggjum, hvussu stóran kærleika hann hevur til mín. Hann setti lív sítt í vága í ringa kavaveðrinum og við nógvari ferð á landsvegnum, bara fyri at vera saman við mær á jólum!

 

TÚ ERT ELSKAÐUR!

Hugsa so um tað, sum Guds sonur gjørdi fyri teg! Hann elskaði teg og gav sítt lív fyri teg. Og tá tú fært eyga á hendan kærleikan, byrjar Gud at hella sín frið inn í títt lív. Tað fer at taka burtur noyðsluna at gera góð verk fyri at toknast Gudi, og tað fer eisini at taka burtur hugin at misbrúka náði Guds við at liva, sum tú vilt. Kærleiki Guds rekur óttan út og oysir friðin inn. Kærleiki Guds drepur hugin at liva fyri teg sjálvan og skapir hugin at liva fyri hann. Paulus sigur sjálvur, at hann ikki ynskti at liva í ótta, men heldur í kærleika, tí hann hevði hitt persónin, “sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg” (Gal. 2:20).

 

“Pápi, elskar tú meg?” er ein spurningur, sum eg enn hugsi um. Nú veit eg, at hann elskar meg. Og sjálvt um bæði hansara kærleiki og mín kærleiki eru avmarkaðir, so vita vit, at kærleiki okkara avspeglar æviga, endaleysa, óavmarkaða og treytaleysa kærleika Guds til okkum øll. Og aftur og aftur teskar Gud í oyru okkara og sigur: “Eg elski teg!”

 

Brot úr bókini “Frælsi” hjá Jógvani (s. 109-113)

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved