Vakurleikin í hvørs annars ymiskleika

September 11, 2017

 

Vit koma bæði inn í parlagið við einum ruskposa, ið vit royna at krógva sum frægast. Tað er neyvan við vilja, men kanska er eingin tíð í lívinum, har vit liva eina so stóra lygn, sum tá ið vit eru forelskað. Jógvan er klassiskur tónleikari, og eg minnist, hvussu væl mær dámdi klassiskan tónleik, tá ið vit komu saman. Men sannleikin er tann, at klassiskur tónleikur hevði ongan týdning í mínum lívi, sjálvt um eg í dag havi lært at síggja vakurleikan í hesum tónleiki.

 

Eitt annað, sum hendir í parlagnum er, at tað, vit falla fyri, kann seinni verða tað, sum okkum dámar minst, tí tað krevur so nógv av einum at rúma tí. Í byrjanini elskaði eg, at Jógvan var so avslappaður og lættur at vera saman við, men seinni hevði eg ynskt, at hann dugdi betur at siga frá og var meiri sosialur. At rúma okkum sjálvum kann vera torført, men at rúma mótsetningunum í okkara maka kann vera torførari, uttan so at vit síggja menning í at seta okkara egna tørv til síðis við tí fyri eyga at góðtaka okkara maka.

 

Tað er umráðandi at kenna seg sjálvan. Eitt a-symetrisk forhold – sum Sulamit í Hásonginum kendi í byrjanini - er ikki gott. Men at vera í symetri – tað, at bæði hava sama virði, bæði taka ábyrgd og bæði arbeiða fyri at fáa sum best burturúr - er tað besta fyri parlagið.

 

Gud ynskir, at vit at veva eitt nýtt og óvæntað mynstur við teimum træðrum, sum eru øðrvísi. Tað er eisini meiri spennandi, óvæntað, vilt og nýskapandi at brúka ymiskt tilfar at skapa nakað nýtt og serliga, um tað kann skapa vøkstur og menning fyri makan og felags vøkstur fyri okkum bæði.

 

Brot úr bókini, "At elska og liva" s. 31 - Hugleiðing frá Unn

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved