Trý stig í parlagnum

September 26, 2017

 

Ofta verður sagt, at parlagið hevur trý stig. Fyrst er tað BRÚÐARFERÐIN. Hetta kemur frá enska orðinum "honeymoon" og merkir "hin søti mánaðurin". Hetta er tíðin, tá ið alt er so gott og vónríkt. Tey eru forelskað og síggja bert tað positiva og hava góð ynskir og stórar dreymar hvørt fyri øðrum.

 

Men skjótt kemur annað stigið, sum er VÓNBROT. Hetta er tíðin, tá tú fært eyguni upp fyri, at tann, tú gifti teg við, ikki var so lýtaleysur, sum tú helt. Her koma gerandisspurningarnir um, hvør ger hvat í parlagnum: Uppbýting av húsarbeiði. Hvør keypir inn? Eru vit samd um barnaansing og uppaling? Hvør koyrir og avheintar børnini? Hvør hevur ábyrgdina av bilinum, urtagarðinum o.s.fr. Inntøka – skulu bæði arbeiða? Hvør minnist føðingardagar? Hvør hevur skil á peningaviðurskiftum? Hvør heldur sambandið við foreldur og verforeldur? O.s.fr., o.s.fr. Her gevast fleiri pør at arbeiða fyri parlagið og kunnu tí koma til tað, at tey fara hvør frá øðrum.

 

Men triðja stigið í parlagnum er HALGAN. Her ásanna bæði, at sjálvt um hjúnafelagi teirra ikki er fullkomin, so halgar ein seg til at elska og æra hann/hana alt lívið. Tey góðtaka, at tey eru ymisk. Tey stuðla hvørt øðrum. Tey læra sterku síðurnar hjá hvør øðrum at kenna. Hjálpa hvør øðrum við veiku síðunum. Tey eru viðurkennandi, góðtakandi og vilja fáa greiðu á, hvat er best fyri parlagið.

 

Hetta er tað, sum vit síggja í Hásonginum í Gamla Testamenti. Tey bæði, Sálomom og Sulamit, koma saman sum ung, læra at arbeiða gjøgnum vónbrot og halga seg at gerast gomul saman. Hendan halgan ger, at tey byrja at síggja nýggjar dýpdir hjá hvør øðrum, og tað fer at gera teirra samlív, kenslulív, sexlív og gerandislív nógv ríkari!

 

Brot úr bókini, "At elska og liva" - s. 30

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved