At rúma hvør øðrum

October 2, 2017

 

Ein tann størsta avbjóðingin í parlagnum er at rúma hvør øðrum. Stóra royndin er at læra seg sjálvan at kenna og síðani at læra at opna seg fyri einum øðrum. Men hetta er tíðin, tá ið vit byrja at kenna hvørt annað betur, og tíðin, tá ið vit byrja at tora at lata upp. Spurningurin er, um eg tori at luta mínar innastu og intimastu upplivingar við hendan persónin?

 

Sulamit í Hásonginum líknar seg við rósuna. Rósan er vøkur og litrík, og angin er fangandi. Men kortini kann ein stinga seg av henni, um ein ikki er varin. Um rósan stendur í røttum hita, fær nóg nógv ljós og nóg nógva vætu, so opnar hon seg og breiðir seg út. Dýpdirnar koma til sjóndar, litspælið glitrar, og angin fyllir alt rúmið.

 

Sama er við liljuni. Sulamit er sum liljan millum tornir - ljós, opin og angandi. Frá at vera afturlatin og innistongd byrjar hon at lata seg upp og opna seg fyri honum, sum ynskir at kaga inn í vakurleika hennara. Tá ið Sulamit byrjar at flyta sína sjálvsmynd frá uttara vakurleikanum til innara vakurleikan, byrjar hon at blóma. Hon byrjar at liva upp til sítt navn - Sulamit, sum merkir "Friðardóttir".

 

Spurningurin er, hvussu væl vit kenna okkum sjálv, hvussu maki tín sær teg, hvat málbrúk tú nýtir, og hvat tú sært í maka tínum. Sært tú makan fyri tað, hann ikki er, ella alt tað, sum hann kann verða? Klára tit at flyta tykkum upp um tykkum sjálv og taka felags ábyrgd í parlagnum? Í hesum kunnu vit hjálpa hvør øðrum at liva og vera alt tað, vit kunnu vera - at vaksa í reinlyndi, integriteti, góðsku og karakteri.

 

Eitt annað, sum er umráðandi í parlagnum, er ymiskleikin - at mennast saman soleiðis, at vit kunnu síggja vøkstur í hvør øðrum og at skilja, at vøkstur ikki er at vera eins, men at vit eru og skulu vera ymisk. Ymiskleikin fer at geva okkum meiri nøgdsemi og gleði, og hann fer at skapa størri undran um hvørt annað. Í hesi búningartilgongd fara vit at tora at seta orð á ymiskleikan við opnum hjørtum, undran og við kærleika, og vit fara at læra at rúma hvørt øðrum, akkurát sum vit eru.

 

Mong pør velja at semjast fyri ein og hvønn prís, drepa ymiskleikan, doyva ynskini og dreymarnar fyri at hava eitt “lætt” forhold. Men Gud ynskir nógv meir! Hann hevur nógv hægri mál við parlagi okkara! Hvørja ferð vit samskifta inniliga, kunnu vit velja at koma hvørt øðrum nærri, ella, hinvegin, at vaksa um frástøðuna. Tað er serliga í truplu samrøðunum, at hetta hendir, og eru vit tilvitað um tað, kunnu vit velja at verja einleikan í ymiskleikanum og soleiðis økja um intimitetin.

 

Brot úr bókini, “At elska og liva” – s. 42-43 (Unn hugleiðir)

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved