Narsissisma drepur! Kærleikin gevur lív!

October 13, 2017

 

Í grikskari mytologi er søgan um Narkissos, vakra veiðimannin úr Tespai í Boætia, sum varð forelskaður í spegilsmyndini av sær sjálvum. Hann var sonur áargudin Kephissus og nymfuna Liriope. Narkissos var víðagitin fyri sín bergtakandi vakurleika. Eingin kundi samanberast við hann í fullkomnum vakurleika. Men eins víðagitin, sum hann var fyri sín bergtakandi vakurleika, eins illa lýddur var hann fyri sín oyðandi sjálvskærleika og stoltleika. Øll, sum royndu at vera góð við hann, niðurgjørdi og spottaði hann. Hann var tann einasti í sínum hugaheimi, sum hevði uppiborið at vera elskaður og ærdur. Eingin kundi elska hann meiri, enn hann elskaði seg sjálvan, og øll, sum komu honum nær, vórðu djúpt særd og kendu seg misnýtt.

 

Hetta vóru gudarnir ikki glaðir fyri, og hevndargudinnan, Nemesis, setti sær fyri at gera enda á hesum. Ein dagin lokkaði hon Narkissos við sær inn í ein skóg, har tey komu til eitt spegilsklárt vatn. Tá Narkissos sá spegilsmyndina av sær sjálvum í vatninum, varð hann so bergtikin av tí, sum hann sá – hann visti ikki, at tað var spegilsmyndin av honum sjálvum – at hann var sitandi har, líka til hann doyði. Onkur søgn sigur, at eitt blomstur vaks upp har, sum hann doyði, og ein onnur søgn sigur, at hann at enda leyp niður í vatnið fyri at gera seg til eitt við spegilsmyndini og druknaði.

 

Narkissos er upprunin av orðinum narsissist, og navnið kemur frá grikska orðinum narke, sum kann umsetast hjartaleysur ella kensluleysur. Ein narsissistur er ein, sum er so sjálvglaður, sjálvgóður og sjálvsøkin, at onnur hava ongan týdning í hansara lívi. Hann er kensluleysur við síni næstu, hjartaleysur við fremmand, og samband hansara við onnur er svikafult og uttan samkenslu, tí einasta endamálið er at fáa onnur at stuðla honum í tí, sum hann heldur um seg sjálvan.

 

Til tíðir kunnu vit øll vera hjartaleys og kensluleys, men vónandi eyðkennir tað ikki okkara gerandisdag. Og eitt mál av sjálvgóðsku er eisini neyðugt at hava. Men tann, sum heldur kensluloysi og sjálvsøkni vera dygdir og heldur seg vera so góðan og rættvísan, at bæði Gud og menniskju eru til fyri hansara skuld, er sera vandamikil. Øll, sum koma honum nær, verða djúpt særd og kenna seg misnýtt.

 

Motivasjónin at liva kristna lívið er kærleiki – kærleiki til Gud og næstan – og kraftin at elska kemur frá Andanum. Og vitnisburðurin um kærleikan verður sjónligur í mun til, hvussu hann ella hon livir í Andanum. Tey, sum fylgja Andanum, hava ikki brúk fyri Móselóg ella einum lógartrældómi, sum roynir at byggja religiøsar, etiskar, sosialar og samfelagsligar múrar rundan um evangeliið. Andin hevur skrivað lóg Kristusar á hjørtu teirra (Jer. 31:33–34), og tey eru frí! Tí er lykilin til frælsislívið at loyva Andanum at gera sítt verk innanífrá og ikki at loyva lógini at gera sítt verk uttanífrá. Sanna og ábyrgdarfulla frælsislívið kemur frá eini innaru kraft, sum er innblást av Gudi, og ikki einum uttara trýsti uppblást av ótta og noyðslu. Tann, sum skilir hetta, fer ikki at misnýta frælsið! Hann livir frælsið við ábyrgd og í kærleika! Hann livir ikki á ein narsisistiskan hátt, sum særir og stoytir onnur, men elskar á ein hátt, sum umfevnir og er rúmligur.

 

Brot úr bókini “Frælsi” hjá Jógavni – s. 221-225

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved