Óveður, kertiljós og jól
Hósdagur er og fyrsta ódnin hevur rakt oyggjarnar. Eg lurti eftir frásøgnum um óveðrið kring landið og fyri løtu síðani fór streymurin heima hjá mær í Hoyvík. Breyðristarin sløknaði og angin av kaffi náddi ikki at fylla luftina, áðrenn myrkt varð. Men konan og dóttirin kappaðust um at tendra kertiljós, og nú fekk ljósið okkum at gleðast um hugnan og hitan inni, heldur enn at argast um kuldan og óveðrið uttanfyri.
Hetta minti meg á søguna um listamálaran, sum ein dagin málaði ein sera dapran málning. Vetur var og skýmingin var komin. Trøini stóðu tung í kava og nakrar dunnur krokaðu undir einum steini. Avsíðis í myndini stóðu eini lítil hús. Einki ljós var at síggja og kvirra var í húsinum. Men so tók málarin ein pensil, og við ljósagulari máling setti hann eitt kertiljós í vindeygað. Lítla ljósið gjørdi at málningurin broyttist fullkomuliga. Hann lýsnaði upp og varð umskaptur frá at vera dapur og lívleysur til at vera heitur og livandi.
Tankarnir leitaðu víðari, til týdningin av ljósi. Ofta skal lítið til fyri at myrkrið skal verða ljós. Í Føroyum gleðast vit serliga um ljósið teir longu og myrku óveðursdagarnar, tá vit sita heit og trygg inni við tendraðum kertiljósum ella ljósperum. Og ikki minst nú jólini eru fyri framman, gleðast vit um vøkru jólaperurnar, sum lýsa á bygd og bý.
Men tað er ikki bert í Føroyum, at ljós eru týdningarmikil. Jødar halda eisini eina høgtíð um jólini, sum teir kalla ljóshøgtíðin ella Hanukkah. Hon byrjar 25. í kislevmánaði (hálvan desembur) og heldur fram í 8 dagar. Søguliga bakgrundin fer aftur til ár 167 f. Kr. tá ið Antiokus IV gjørdi innrás í Ísrael og hertók templið í Jerúsalem. Men tvey ár seinni, ár 165, gjørdu Makkabeussynirnir uppreistur og bjargaðu templinum. Templið varð halgað av nýggjum tann 25. kislev sama árið.
Gamli sjeyarmaði ljósastakin í templinum skuldi altíð lýsa, tí tað var tekin um ævigu nærveru Guds millum fólk sítt. Men Antiokus hevði brúkt heiløgu oljuna til alt annað, og tá ið makkabeararnir skuldu tendra ljóastakan, var næstan eingin olja eftir. Einans nóg mikið til ein dag. Og tað tók í minsta lagi 8 dagar at halga og reinsa oljuna, sum skuldi nýtast til ljósastakan. Men teir tendraðu kortini ljósastakan, og eitt undur hendi: Ljósið í ljósastakanum logaði í 8 dagar, líka til nýggja oljan kom!
Tí er tað jødar halda ljóshøgtíðina enn í dag, og nú nýta teir níggjuarmaða ljósastakan, har eitt ljós verður tendrað fyri hvønn dag til minnis. Og ljósið í miðjuni – níggjunda ljósið – minnir á, at Gud er æviga ljós teirra.
Sambært gudfrøðingi og heimspekingi, Søren Kierkegaard, er jólaresið í desembur ein leitan eftir tí æviga ljósinum. Og í leitanini, renna vit okkum blind í so nógv annað, at vit ikki síggja tað sanna ljósið – Jesus – sum stendur fyri eygum okkara. Kierkegaard minnir okkum á, at tá ið átrúnaðarligir siðir og materialisma yvirskugga kjarnin í jólaboðskapinum, er tað sum at ganga í myrkri og leita eftir ljósi.
Kanska var tað soleiðis Maria og Jósef kendu tað við Jesu føðing? Meðan øll stákaðust til ljóshøgtíðina, leitaðu tey einsamøll og troytt eftir einum staði at gista…inntil ein góðhjartaður maður sýndi teimum miskunn. Jesu føðing fór ikki fram í eini upplýstari háborg, men í einum myrkum fjósi. Tað vóru ikki tey høgt mettu og tey við stórari makt, sum hoyrdu um tað, men fátækir hirðar, ið lítið høvdu at týða tá á døgum. Heldur ikki vóru tað átrúnaðarligir leiðarar, sum leitaðu eftir barninum, men heidnir spámenn, ið komu langa leið at finna tað. Júst hetta er við til at skapa paradoksið um jólaboðskapin – at fólk væntaðu nakað annað og tískil leitaðu aðrastaðni eftir konginum, ið koma skuldi – og sostatt ikki sóu hann. Boðskapurin um Jesu føðing, er givin okkum á ein hátt, har fátækir hirðar og heidnir spámenn eru týðandi tættir – ein boðskapur, har sosialur og peningaligur kapitalur, ið menniskjan setti høgt í metum tá, eins og hon ger nú, verða gjørd til einkis. Ein boðskapur, ið ikki dømir ella útihýsir, men sameinir. Menniskjaskaptir normar, ið eru galdandi í samfeløgum, sum lógir og annað, ið raðfesta virðir og seta karmar fyri, hvussu vit skulu liva, eru fyri stóran part júst hetta: Skapt av menniskjum og umboð fyri hesi. Men í veruleikanum finnist einki hierarki.
Tá vit viðurkenna hetta, at øll eru eins fyri Guði – tá vit gloyma tað, ið skilir okkum at, men hava eyga fyri tí, ið sameinir okkum – tørvurin á Jesusi sum frelsara – kunnu vit, eins og hirðar og spámenn, sum lið um lið inni í fjósinum (hóast tað ikki var samstundis) gleddust um lítla nýfødda barnið, saman syngja jólini inn.
Ofta skal so lítið til at síggja tað stóra. Jesus, sum kanska ikki sýnist av nógvum, er ljósið í okkara myrka vindeyga, tryggleikin á okkara óveðursferð og oljan í okkara tóma ljósastaka. Jólaboðskapurin er einfaldur og finna vit barnið í øllum jólaresinum, hava vit fingið størstu jólagávuna av øllum. Gleðilig jól!