Rættið skeivleikan

December 21, 2017

 

Í hesum døgum er nógv skrivað um lønarviðurskifti og umstøðurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og á Facebook eru fleiri og fleiri, sum vísa sín solidaritet við grønu bókstøvunum, “Rættið skeivleikan!”

 

Eg skal ikki gera nakrar viðmerkingar viðvíkjandi samráðingunum ella krøvunum hjá hvørjum parti, annað enn at siga, at seinasta árið havi eg verið sera nógv úti á Landssjúkrahúsinum vegna sjúku og deyða í familjuni, og havi eg við egnum eygum vitnað, hvussu týdningarmiklir sjúkrarøktarfrøðingarnir og onnur á LSH eru, og hvussu væl, tey gera sítt arbeiði.

 

Men tað, sum eg ynski at hugleiða um, er grønu orðini á Facebook, “Rættið skeivleikan!” Eg kann ikki lata vera við at hugsa um, hvat hevði hent, um fólk skrivaðu somu orðini, hvørja ferð skeivleikar í samfelagnum skuldu verið rættaðir.

 

Eitt eru sáttmálar og samráðingar um lønarviðurskifti – og rætt skal vera rætt, tí arbeiðsmaðurin er løn sína verdur. Men hvat við politiska skeivleikanum í landinum? Hvat við fiskivinnu- og pensiónsnýskipanunum? Hvat við sparingum, sum gera, at útbúgvingarstovnar ikki kunnu geva teimum ungu holla vitan og neyðuga menning? Hvat við avgerðum, sum landstýrið og býráð taka, um at brúka milliardir upp á luxuriøsar samfelagsligar fyrimunir, heldur enn at brúka pening upp á neyðugar menniskjaligar førleikar, sálarliga friðsælu, deyðiligar neyðstøður, bráðfeingis tørvir og langtíðar heilsubót millum fólk í Føroyum?

 

Hvat við religiøsa skeivleikanum – her eri eg ein partur av tí – har kirkjur og samkomur tala at ómorali, sum gongur fyri seg í samfelagnum, uttan at hyggja at okkum sjálvum og rætta moralsku skeivleikarnar, sum henda millum kirkju- og samkomufólk?

 

Hvat við familjum, sum fara í sor, tí ótrúskapur, misnýtsla ella terror kemur inn, og foreldur fara hvør til sítt? Hvat við børnunum, sum verða rykt frá foreldrum, og ung, sum ikki vita hvørjum tey skulu búgva hjá longur? Hvat við mammuni, sum stendur á berum við sínum børnum, eftir at hava mist helvtina av inntøkuni? Hvat við pápanum, sum ikki longur sleppur at síggja børn síni?

 

Hvat við kvinnum, sum mugu leita sær til kvinnuhúsið ella til familju, tí tær mugu flýggja undan einum svøkum manni? Hvat við børnum, sum ikki tora at bjóða vinum sínum heim, tí tey ikki vita, hvussu støðan er heima? Hvat við ungum gentum, sum alt lívið hava fingið at vita, hvussu ljótar tær eru, ella dreingjum, sum alt lív teirra hava hoyrt at teir eru ein ónytta?

 

Hvat við happing í skúlunum, mannamuni millum næmingar, klandur millum lærarar og foreldur? Hvat við arbeiðsplássum, har psykiskur terror ræður millum arbeiðsfólk ella tunga arbeiðsbyrðan, sum ger, at sjúkradagarnir eru alt ov nógvir?

 

Hvat við etniska skeivleikanum, har útlendingar, sum koma til Føroyar, kenna seg óbrúkligar, tí samfelagið ikki er opið nokk at taka ímóti teimum? Hvat við manglandi umstøðunum at intigrera tey og læra tey mál og mentan okkara? Hvat hevði hent, um fólk tordu at skriva, “Rættið skeivleikan!” á øllum hesum økjunum? Og lat meg eisini siga, at eg ikki haldi, at Facebook fer at gera stóra munin. Men tað verða tey, sum tora at fara til verka og gera nakað fyri at rætta skeivleikan, sum fara at gera stóra munin. Og uttan iva, verða tað nógv at teimum, sum eisini skriva orðini á Facebook!

 

Stórur munur er á at siga, “Rættið skeivleikan” og at siga, “Eg vil gera mítt til, at rætta skeivleikan!”. Tað fyrra er at peika eftir øðrum, og hitt seinna er at peika eftir sær sjálvum. Tað fyrra er at krevja, at onnur gera nakað, og hitt seinna er at gera nakað við tað sjálvur. Tað fyrra er at standa uttan fyri og passivur hyggja at trupuleikanum, og hitt seinna er at fara inn og blíva partur av loysnini.

 

Eg gleðist um mongu føroyingarnar, sum ikki bara standa uttan fyri og hyggja at, men sum eru farnir til verka og gera nakað við avbjóðingarnar og vilja vera við at loysa trupulleikarnar. Innan øll hesi øki, sum eg havi nevnt – og mong onnur – eru brennandi og halgað fólk, sum ikki bert siga “Rættið skeivleikan!”, men sum leggja lív og sál í at rætta skeivleikarnar í samfelagi okkara.

 

Eg veit ikki, hvat úrslitið verður í samráðingunum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, men eg veit, at úrslitið hjá teimum, sum siga “Eg vil vera við at rætta skeivleikan á mínum øki í samfelagnum!”, verður ein løn, sum ikki kann metast í krónum og oyrum.

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved