Smáu dýrgripirnir

December 21, 2017

 

Ein av mongu góðu føroysku jólasangunum, er: “Nú er jól” hjá Kim Hansen. Í sanginum minnir hann okkum á, at henda ársins tíð – jólini – er eitt gott høvi at steðga á og hugsa um, hvønn týdning jólini í roynd og veru hava. Umstøðurnar eru ymiskar og avbjóðingarnar fjølbroyttar hjá fólki, men spurningurin er, hvussu vit kunnu gera jólini hugnalig uttan mun til hesi viðurskifti? Kanska eitt av svørunum er, at vit á jólum luta innaru dýrgripirnar við hvørjum øðrum heldur enn uttara ríkidømið. Tað, sum eg meini við, er, at viðhvørt kann stóra nýtsla og ríkidømi okkara vera sera fátækt, men einfaldni og eymleiki okkara, vera sera ríkt.

 

Eg las herfyri um ungt nýgift par, sum fór at leita sær eftir einum jólatræi. Tey høvdu ikki ráð at keypa eitt av teimum dýru jólatrøunum, men sølumaðurin fór afturum við teimum og vísti teimum tvey trø, sum lógu goymd burtur. Trøini vóru ber á aðrari síðuni og vóru illa farin. Men um tey skoyttu um trøini, skuldu tey fáa tey fyri 50 krónur.

 

Nakrar dagar seinni, tá ið handilsmaðurin gekk framvið einum húsum, sá hann eitt jólatræ, sum hann ongantíð áður hevði sæð - stórt, tjúkt og sera vakurt. Ímeðan hann forvitin hugdi gjøgnum vindeygað, sá hann unga parið innanfyri. Spentur at hoyra, hvar tey høvdu fingið fatur á einum so vøkrum træi, bankaði hann uppá dyrnar.

 

Komin innar, sá hann, hvussu unga parið á meistarligan hátt hevði sett bæði trøini saman við at flætta greinarnar og binda bularnir saman við jarntráði, soleiðis at vøkru grønu síðurnar vendu úteftir. Á henda hátt skaptu tey ein dýrgrip úr nøkrum, sum at byrja við ikki sýntist av nógvum.

 

Ríkidømi okkara verður fátækt, tá ið havisjúka, ovát, ovurnýtsla og dýrar gávur fylla sinnið. Tá ið vit umgangast nógv fólk, men ongan hava, sum vit veruliga kunnu tosa við. Tá ið vit royna at hava samtalur uttan at fara niður í dýbdina, har pínan kemur til sjóndar. Tá ið vit vóna, at gávurnar fara at geva okkum gleði, men framvegis kenna okkum tóm. Tá ið vit renna aftur og fram fyri at finna størstu gávurnar, eta dýrasta matin og prýða við fínasta jólaprýðinum. Tað dýrasta er ikki altíð tað vakrasta. Tað prýðiligasta er ikki altíð tað besta. Viðhvørt er tað einfaldasta vakrast og tað minst konstnaðarmikla tað besta).

 

Hugsa tær eini jól uttan ovát, ovurnýtslu ella havisjúku. Eini jól, har vit ikki kappast um at vísa uttara ríkidømi okkara, men har vit tora at vísa vakurleikan av innara ríkidøminum. Hvussu kann tað vera? Tað kann vera at seta seg í samband við ein gamlan og gloymdan vin. At skriva eitt bræv, sum fyri langari tíð síðani, skuldi verið skrivað. At fyrigeva einum, sum hevur biðið um fyrigeving. Ella sjálvi at biðja um fyrigeving. At vera tolin móti einum ónøgdum viðskiftafólki. At vísa einum, at tú virðismetir tað, sum viðkomandi ger. At gleða eitt barn. At heilsa einum fremmandum. At hoyra góðan tónleik og hugna tær saman við familju. Ikki at krevja so nógv av øðrum og heldur ikki av tær sjálvum. At sløkkja sjónvarpið og vitja ein sjúkan ístaðin. At bjóða teg fram at vera barnagenta hjá eini troyttari mammu. At vitja ein gamlan mann ella eina eldri kvinnu. At troysta ein vin ella kenning, sum syrgir. At bjóða onkrum heim ella út til eina máltíð. At siga mammu og pápa, hvussu stóran týdning tey hava fyri teg. At vera opin um stríð títt og pínu tína við ein, tú hevur álit á. At njóta jólasang og jólaboðskap í samkomu ella kirkju. Og at minnast, hvussu dýrgripur Guds í Jesusi, er størsta ríkidømi okkara.

 

Kanska finna vit ikki fínastu og dýrastu jólagávurnar í ár. Men tað, vit finna, kann gerast stóra gleði okkara, tá vit læra/viðurkenna, at tað einfaldasta ofta er tað vakrasta og tað innara tað dýrabarasta. Soleiðis kunnu vit gera jólini einføld og hugnalig, sjálvt um umstøðurnar eru ymiskar og avbjóðingarnar stórar hesa ársins tíð. Tí tað er sum Kim syngur, “Í okkara hjørtum eru jól í dag.”

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved