top of page

Deyðin


Eg las herfyri eina søgu um ein handilsmann í Bagdad, sum ein dagin sendi tænara sín á marknaðin at keypa vøru. Løtu seinni kom hann brestandi inn gjøgnum dyrnar, líkbleikur, og segði við titrandi rødd: “Niðri á marknaðinum rendi eg inn í ein persón, og tá ið eg vendi mær á at hyggja, hvør tað var, sá eg, at tað var Deyðin. Hann hugdi at mær og stærdi við hóttandi og bonskum eygum. “Meistari, kann eg lána eitt ross frá tær, so eg kann flýggja og goyma meg fyri honum? Eg flýggi til Samarra, tí har finnur Deyðin meg ikki.” Handilsmaðurin lánti honum rossið og tænarin skundaði sær avstað.

Løtu seinni fór handilsmaðurin oman á marknaðin og sá Deyðan standa í mannamúgvuni. Hann fór yvir til hansara og spurdi, “Hví skelkaði tú tænara mín í morgun? Og hví hugdi tú at honum við so hóttandi og bonskum eygum?” “Tað var als ikki við slíkum eygum, eg hugdi”, segði Deyðin. “Eg var bara so bilsin at síggja hann í Bagdad, tí eg havi eina avtalu við hann í kvøld, í Samarra.”

Vit hava øll eina avtalu í Samarra!

Eg havi staðið andlit til andlit við deyðan fleiri ferðir seinastu mánaðirnar. Tað var tó ikki meg, hann hevði avtalu við – ikki eyga til eyga...enn! Men tað vóru bæði verforeldur míni, pápa mín og ein vin, sum hann heimsøkti. Verforeldrini og pápi vóru øll 82 ára gomul, og vinkonan, Anna, bert 28. Verforeldrini og Anna doyðu av náðileysum krabbameini og pápi mín doyði, tí lunguni ikki vildu meir. Øll vóru tikin á ein brutalan hátt, tá ið deyðin trokaði seg inn í lív teirra.

Deyðin, soleiðis sum hann vísti seg fyri mær, er miskunnarleysur, ísakaldur, brutalur, ráur og respektleysur. Hann kemur brynjaður við hvøssum og lívshóttandi vápnum, sum hann kaldur og kensluleysur rennur gjøgnum bein og merg, uttan at blunka. Hann er líkasælur um arbeiðið hjá læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum, sum berjast fyri lívinum fyri at hjálpa tí doyggjandi, og hann brýggjar seg ikki um tey avvarandi, sum dag eftir dag pínast í sorg, yvir at síggja teirra kæru líða. Hann frøist um at síggja lívið verða sogið úr likaminum.

Hann er kensluleysur, uttan empati og sjálvsøkin, meðan hann háandi lær upp í eyguni á teimum, sum standa um sjúkrasongina. Hann spýtir í andlitið á makanum, sum við tárum hyggur at sínum elskaða, og hann tvíheldur um kvørkrarnar á tí deyðadømda, sum berjist fyri hvørjum andadrátti. Hann ger alt fyri at gera tilgongdina so einsliga, tigandi og friðleysa sum gjørligt. Hann talar at, tá ið vit royna at siga okkara seinastu orð, finnist at, tá ið vit lesa dagsins orð, og slær eina aðra rytmu, tá ið vit syngja sangirnar um vón og frið. Hann ger alt fyri at órógva friðin og drepa vónina. Kuldin kennist í luftini meðan sveittin alsamt drývur av pannuni í bardaganum um lívið – minutt eftir minutt, tíma eftir tíma, dag eftir dag, viku eftir viku – líka til sjálv deyðastundin kemur. Seinastu løtuna – løtan, tá ið andin fer – broytist okkurt. Tað er, sum deyðin missir valdið. Hann smæðist. Hann rodnar. Tað er, sum stendur hann málleysur, hjálparleysur, stillur og undrandi. Tað er, sum er hann vónbrotin, ørkymlaður og máttleysur, tí hann er tilvitaður um at hetta er løtan, har hann tapir. Tí hinumegin, har hevur hann onga atgongd. Hann má aftur ásanna, at deyðin ikki er endin, men føðingin inn í annan heim. Tað er sum B6, G4 ella intensiv deild verða umbroyttar til føðideildir – eina føðing inn í ein nýggjan heim, har deyðin onga atgongd hevur, tí deyðin er ikki har.

Tað er, sum megin verður sogin úr beinunum á Deyðanum, har á markinum millum hendan heimin og hin. Og tá ið hann hoyrir orðini hinumegin frá: “Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?”, gongur tað upp fyri honum, enn einaferð, at hann kortini ikki hevur seinasta orðið. Og Deyðin – seinasti náðileysi fíggindin – fær eyguni upp fyri, at hann ikki er nakað annað enn tænarin, sum letur dyrnar upp inn í ein nýggjan heim.

Men inngongdin er í Samarra. Vit hava øll eina avtalu í Samarra. Um eg vil tað ella ikki, so má eg ásanna, at eg eri ávegis til Samarra. Eg havi eina avtalu við Deyðan har. Hann letur meg ikki vita dagin og tíman, men eg veit, at dagurin kemur og tímin stendur fyri framman. Tað verður ikki andlit til andlit, men eyga til eyga. Mín stund náðileys, kensluleys og grumm. Men eg veit, at hann eisini veit, at hann ikki hevur valdið á mær, tí eg hoyri einum øðrum harra til. Og eg veit eisini, at hann veit, at hann sjálvur, ein dag, hevur eina avtalu í Samarra!


Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page