Er rúm?
Onkur spurdi meg ein dagin, hví tað var neyðugt at binda seg í einum parlagi? Eg svaraði beinan vegin, at tað er ein tann besti hátturin at blíva vaksin! Tá hon spurdi meg, hvat eg meinti við, segði eg, at ein tann størsta avbjóðingin í lívinum, er at umgangast onnur menniskju, og samstundis er ein tann størsta freistingin í lívinum, ikki at umgangast menniskju. Í parlagnum møta vit báðum avbjóðingunum í sama persóni, og hendan ferðin, búnar okkum I den grad og ger okkum vaksin.
Stóra royndin í parlagnum, er at læra seg sjálvan at kenna og síðani at læra at opna seg fyri einum øðrum persóni, tí líka síðani, at vit vóru smádrongur og smágenta hava vit livað fyri okkum sjálvi. Men parlagið er tíðin, tá ið vit byrja at kenna ein annan persón inniliga, og tann persónurin verður tí spegilin, sum ger, at vit koma at kenna okkum sjálvi betri. Spurningurin er, um vit tora at lata upp, og um vit tora at luta innastu og intimastu upplivingar okkara við hinum persóninum?
Vit koma bæði inn í parlagið við einum ruskposa, ið vit royna at krógva sum frægast. Tað er neyvan við vilja, men kanska er eingin tíð í lívinum, har vit liva eina størri lygn, enn tá ið vit eru forelskaði og nýliga komin saman. Eg var klassiskur tónleikari, tá ið eg kom saman við Unn, og eg minnist, hvussu væl henni dámdi klassiskan tónleik. Tað var fantastiskt! Ein gáva frá Gudi! Men sannleikin var tann, at klassiskur tónleikur ongan týdning hevði í lívi hennara – tað var bert fyri mína skuld – sjálvt um hon í dag hevur lært at síggja vakurleikan í hesum tónleiki.
Eitt annað, sum ger okkum vaksin í parlagnum, er, at tað, ið vit falla fyri, seinni kann verða tað sum okkum minst dámar, tí tað krevur so nógv av einum at rúma tí. Í byrjanini elskaði eg, at Unn var so lívlig, sprækin og løtt at vera saman við, og at hon dugdi so væl at koma í samband við fólk. Men seinni kendi eg meg ofta argan inná hennara opna og útstrálandi sinnalag, og hevði viljað, at hon var meira sum eg avslappað og rólig. Men eg sá skjótt, at um eg noyddi hana av vera sum eg, so misti eg persónin burtur, sum eg einaferð forelskaði meg í. At rúma okkum sjálvum kann vera torført, men at rúma mótsetningunum í maka okkara kann vera torførari, um ikki vit síggja menning í at seta okkara egna tørv til síðis við tí fyri eyga at góðtaka maka okkara.
Parlagið er sum at liva í einum urtagarði. Rósan er vøkur og litrík, og angin er dragandi. Men kortini kann ein stinga seg av henni, um ikki ein er varin. Um rósan stendur í røttum hita, fær nóg nógv ljós og nóg nógva vætu, opnar hon seg og breiðir seg út. Dýpdirnar koma til sjóndar, litspælið glitrar, og angin fyllir alt rúmið. Sama er við liljuni. Hon er ljós, opin og angandi. Frá at vera afturlatin og innistongd, byrjar hon at lata seg upp og opna seg fyri honum, sum ynskir at kaga inn í vakurleika hennara. Tá ið parið byrjar at flyta sjálvsmynd sína frá uttara vakurleikanum til tann innara vakurleikan, byrjar bæði at blóma tá ljósið kemur inn, og angin fyllir alt lívið.
Spurningurin er, hvussu væl vit kenna okkum sjálvi, hvussu maki tín sær teg, hvørja málnýtslu tú nýtir, og hvat tú sært í maka tínum. Sært tú makan fyri tað, hann ikki er, ella alt tað, sum hann kann verða? Klára vit at flyta tykkum upp um okkum sjálvi og taka felags ábyrgd í parlagnum? Í hesum kunnu vit hjálpa hvør øðrum at liva og vera alt tað, vit kunnu vera - at vaksa í reinlyndi, integriteti, góðsku og karakteri. Ein tann størsta avbjóðingin í tilveruni, er at umgangast onnur menniskju, og samstundis er ein tann størsta freistingin, ikki at umgangast onnur menniskju. Men kynsturin er at viðurkenna tilfeingið, ið vit møta í hvørjum øðrum, ígjøgnum ymiskleikarnar, vit umboða sum einstaklingar. Sostatt, saman at veva eitt nýtt mynstur, við teimum træðrum, ið eru øðrvísi enn teir, vit eru von at brúka. At fevna og gleðast um tað spennandi, óvæntað og nýskapandi, vit heinta við at brúka ymiskt tilfar at skapa nýtt við og serliga, um hetta skapir vøkstur og menning fyri makan og felags vøkstur fyri bæði. Á henda hátt geva vit hvør øðrum rúm at liva saman og at blíva vaksin.