top of page

Sálarheilsa, børn og foreldur


Kanningar, sum heilsustovnurin Gigni hevur gjørt í sambandi við heilsuna hjá næmingum í skúlaárinum 2016-2017 vísa, at tað eru 30% av føroysku fólkaskúlanæmingunum, sum liva við ymiskum sálarligum trupuleikum, ímeðan umleið fjórði hvør næmingur livir við øðrum avbjóðingum, ið kunnu ávirka sálarligu heilsu teirra.

Nógv av tí, sum Gigni skrivar, kenni eg aftur frá starvi mínum har eg mangan práti við tannárðingar. Høgu prosenttølini, sum Gigni er komin fram til, eru sera álvarsom og vitna um, hvussu menniskjaliga vælferðin heima ikki altíð avspeglar fíggjarligu framgongdina í vælferðarsamfelagnum.

Hava vit misskilt, hvør vælferðin í grundini er, sum børn og ungu okkara fyrst og fremst hava tørv á, fyri at trívast og mennast? Stutt eftir, at børnini eru fødd, verða tey uppskrivaði til at verða ansaði av øðrum vaksnum. Tørvurin er ikki barnsins, men hevur sítt rótfesti í, at fáa alt at ganga upp. Námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnum gera gott arbeiði, men tey eru ikki foreldrini, sum elska treytaleyst.

Síðani gongur leiðin víðari í skúla, frítíðarskúla, frítíðaráhugamál o.s.fr. Og vísa børnini tekin um ikki at trívast optimalt, so skulu vit tosa við fakfólk. Tey skulu hava tað besta av tí besta, hugsa vit. Vit skulu hava eina diagnosu, so tey kunnu fáa røttu viðgerðina. Óiva, motiveraði av góðum intentiónum, men kanska slettis ikki í tráð við tann tørv, ið orðaður verður í kanningini.

Eru vit tilreiðar at hoyra/síggja/merkja, hvat tað er, børn/ung í veruleikanum royna at samskifta við okkum? Ella er hetta treytað av, at tað ikki forðar ymiskum øðrum, ið vit kenna okkum hava tørv á í dagligu tilveru okkara? Gongdin við at leggja ábyrgdina av børnum/ungum og kenslum teirra, heldur áfram at verða løgd yvir á borðið hjá øðrum enn teimum, ið neyðarrópini eru til. Dagliga skulu tey navigera á fleiri ymiskum sosialum pallum, ið aloftast eru umboðaðir av ymiskum vaksnum. Tilknýtini verða ikki etableraði av sær sjálvum. Tað krevur tíð at gera hetta – serliga raðfestingin av bara at vera til taks til at vera nærverandi. Til at vera tann vaksni í tilveruni hjá barninum ella tí unga, sum vissar tey um óavmarkaða/treytaleysa kærleikan, tey eru elskaði við. Ikki við at loyva øllum, men akkurát við eisini at taka tí ábyrgdina á okkum at vera tann greiði vaksni, ið tey kunnu líta á - eisini til at seta mørkini og siga nei. Treytaleysi kærleikin kann ikki bert kunnast um hann má livast og kennast.

Í samskifti mínum við ung, eru nógv viðurskifti, ið eru afturvendandi í samskiftinum við meg. Viðurskifti, ið eru knýtt at tilveruni heima við hús og relatiónini við foreldrini. Her eru nakrar orðingar frá ungum:

”Sjálvt um eg ikki vísi tykkum tað, so hevði eg viljað, at tit vóru meira heima.”

”Tað er deiligt at hava eini fín hús og flott ting, men tað ger meg ikki nøgda við lívið.”

“Tað kann vera flovisligt, men tað hevur stóran týdning fyri meg, tá tit siga, ‘Eg elski teg.’”

“Eg hevði viljað hoyrt tykkum siga oftari við hvørt annað, ‘Eg elski teg.’” “Tit ganga mær ofta uppá nervarnar, men eg hevði ikki viljað, tað var annaleiðis.”

“Eg kann lata sum eg eri ov vaksin til tað, men eg elski at verða klemmaður og hildin um.”

“Við hvørt, tá eg biði um okkurt, hevði eg viljað at tit søgdu nei.”

“Eg hati, tá tit skeldast, men elski, tá tit so semjast.”

“Tá eg sigi ‘Eg hati teg’, meini eg innast inni, ‘Eg sakni teg.’”

“Eg føli, tað er mín skyld, at mamma og babba ikki eru saman longur.” “Eg hevði viljað, at mamma/babba ikki vóru so skjót at finna ein nýggjan maka.”

“Mær dámar ikki altíð reglarnar heima, men eg eri kortini takksamur fyri tær.”

Stríðið hjá børnum við einsemi, ørkymlan, meiningsloysi, sjálvsvirði, tunglyndi og øði fer at minka, um foreldur hoyra setningarnar omanfyri og vissa børn síni um, at tey eru treytaleyst elskaði, júst sum tey eru. Og tá ið foreldur staðfesta, at børnini eru tíð teirra verd – serliga kensluliga – fara børnini spakuliga at livna og blóma.

Tað, ið lagt verður í okkum sum børn, kann fáa avleiðingar fyri okkum gjøgnum alt lívið. Eitt barn, ið veksur upp við ábreiðslum, lærir at finnast at øðrum. Eitt barn, ið veksur upp við harðskapi, lærir at berjast. Eitt barn, ið veksur upp við at verða niðrað, lærir at krógva seg og sýna skomm. Eitt barn, ið veksur upp við skomm, lærir at fordøma seg sjálvt. Eitt barn, ið veksur upp við at fáa ov lítið av umsorgan, lærir at vanrøkja onnur. Eitt barn, har aftur ímóti, sum veksur upp við langmóð, lærir tol. Eitt barn, ið veksur upp við lívgandi orðum, lærir sunna sjálvkenslu. Eitt barn, ið veksur upp við rósi, lærir takksemi. Eitt barn, ið veksur upp við falsloysi, lærir rættvísi. Eitt barn, ið veksur upp við tryggleika, lærir trúfesti. Eitt barn, ið veksur upp við at verða viðurkent, lærir at dáma seg sjálvt. Eitt barn, ið veksur upp við at verða hálsfevnt og kenna vinskap, lærir at finna og geva kærleika. Eitt barn, ið veksur upp við at síggja foreldur síni taka ábyrgd, førir ábyrgdarkensluna víðari til komandi ættarlið.

Foreldur, sum seta seg inn í innviklaðu tilveruna hjá børnum sínum og skapa djúpar, innihaldsríkar og kensluligar relatiónir við tey, gera størsta munin. Tey gera sítt til, at vælferðarsamfelag okkara fyrst og fremst sæst í vælferðini heima við hús. Vón mín er, at komandi kanningar, fara at vitna um tílíka framgongd í mun til størsta tilfeingi vit hava, børn okkara.


Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page