Tað er gott at hata
Fólk elska, tá ið Signar í Homrun trýnur inn á pallin og syngur sangin hjá íslendska Bubba Morthens, “Tað er gott at elska.” Vit tríva í at syngja saman við honum, tí sangurin er so sera góður, og hann nemur við hjartastreingirnar. Hann syngur jú um kærleikan! – kærleikan, sum er grundstøðið undir persónliga eksistensi okkara og keldan til trivnaðin millum menniskju.
Kærleikin stendur fyri tí vakra, góða og sanna. Hann er lívsjáttandi, gevandi og uppofrandi. Hann er frígerandi, umfevnandi og eymur. Ein kærleiksfullur persónur brennur fyri sínum kæru, sínum maka, sínum børnum og sínum medmenniskjum, eisini teimum, ið eru, hugsa og liva øðrvísi enn hann sjálvur. Hann ynskir at lætta um hjá teimum, sum stríðast, at hjálpa teimum gomlu, at menna ung, at vera um einligar mammur og pápar, at eggja handilsfólki at klára seg betur, og at tæna umhvørvinum. Og ikki at gloyma næstar okkara í fjøldini av flóttum, hvørs líka, vit ongantíð áður hava vitnað. Menniskju, ið mugu flýggja frá heimi og heimlandi teirra – smá børn, sum tíni og míni – sum ikki longur hava nakra rødd, men standa verjuleysar móti fíggjundum. Eru vit leidd av kærleika, ynskja vit at varpa ljós og tala søk teirra neyðstøddu, ið ikki sjálvi hava møguleikan.
Kærleikin er lagdur í okkum frá skaparans hond og er partur av passiónini ella lívsneistanum, sum liggur í hvørjum menniskja. Passión er sett saman av tveimum lutum: Fyrst, tað, sum fær hjartað at banka og síðani, tað sum fær blóðið í kók. Við øðrum orðum, tað sum ger meg ordiliga spentan og tað, ið ger meg rasandi óðan. Kærleikin hoyrir tí fyrra til: Tað, sum fær hjartað at banka og tað, sum ger meg ordiliga spentan.
Síggið nú fyri tykkum, um Signar trein inn á pallin við einum øðrum sangi og sang, “Tað er gott at hata.” Eg veit ikki, um hann hevði verið líka væl móttikin? Neyvan. Onkur hevði kanska spurt, hví honum nýttist skriva ein so neiligan sang? Men spurningurin er, um tað at hata, bara er neiligt?
Tá ið vit tosa um at hata, halda vit at tað er nakað, sum vit mugu sleppa av við og venda okkum frá. Og rætt er tað! Tað er hatur, sum vit mugu sleppa okkum av við og venda okkum frá, tí hann er ósunnur, farligur og oyðandi. Men tað er nakað, sum eitur at hata rætt og hata væl. At hata rætt og væl er ein sera týdningarmikil partur í einum góðum persónligum karakteri. Hvat tú hatar, sigur ógvuliga nógv um, hvør tú ert, hvørji virðir tú hevur, hvørjum tú stendur fyri, og hvat tú leggur í! Eftir mínum tykki, er hatur líka neyðugur sum kærleiki. Og á sama hátt sum skaparin hevur lagt kærleikan í okkum, hevur hevur hann eisini lagt haturin har. Hatur er jú hin parturin av passión ella lívsneistanum! Tað er hin síðan av krónuni: Tað, sum fær blóðið í kók. Tað, sum ger meg rasandi óðan.
Gud er kærleiki, men hann hatar – rætt og væl – eisini. Vit lesa í Orðatøkunum: Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
Stolt eygu følsk tunga hendur, ið úthella sakleyst blóð hjarta, sum smíðar saman ónd ráð føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er tann, ið talar lygn og vitnar rangt og tann, ið setur split millum brøður Hevði tú ikki viljað fylgst við einum, sum hatar slíkt? Hevði tú ikki viljað kent ein, sum vil berjast fyri at verja teg og tíni frá slíkum? Ein, sum er til reiðar at leypa á óndskap fyri tína skuld? Ein, sum verjir teg frá teimum, sum vilja spreiða lygn og rangan vitnisburð móti tær? Ein, sum vil berjast vegna tey, sum verða týnd og forfylgd í samtíð okkara? Sært tú, ein, sum elskar – veruliga elskar – hatar eisini alt tað, sum kann oyða kærleikan og tann, sum hann elskar. Á henda hátt avspegla vit okkara skapara.
At hata rætt og væl, er at leypa á við ektaðum og reinum vápnum og við røttum hugburði. Tað er ikki niðurgerandi, tað er ikki óstýrilig øði, tað brestur ikki í luftina, tað er ikki ein, sum skapar split, voldir djúp sár, slítir samráðingar, ella drepur forhold. Ein, sum hatar rætt og væl, loypir á, við tí fyri eyga, at bjarga forholdum, at loysa trupuleikar, og at verja tað, sum hann stendur fyri. Hann berjist móti øllum tí, sum hóttir lívið, spjaðir familjur, slítur vinabond, lammar arbeiðspláss, hóttir friðin í landinum og oyðir mannalív kring heimin. Hann bíðar ikki til vandin er farin framvið. Nei, hann fer til verka í løtuni, tá tørvurin er til staðar. Hví? Tí hann elskar so mikið nógv, at hann vil gera alt fyri at verja kærleikan. Hann hatar rætt og harvið fagnar hann eisini kærleikan. Menn og kvinnur við einum slíkum góðum persónligum karakteri, eru trygg og álítandi at vera saman við – tí tað er gott at elska.
Við hasum í huga og einari fatan av, hvør passión mín og lívsneisti mín er – hvat eg elski og hvat eg hati – hvør veit, um ikki vit høvdu sungið væl við kortini, um Signar trein inn á pallin og sang, “Tað er gott at hata.”