top of page

Jante


Í mong ár havi eg havt sama nýggjárslyfti: At arbeiða ímóti Jantelóguni og eggja fólki, sum siga, Eg geri ongan mun!, við at minna tey á, hvussu serstøk tey eru. Á okkara leiðum hevur jantelógin havt eina keðiliga ávirkan á menning og trivnað. Tankin um jantelógina kom fram í 1933 í sjálvsævisøguni eftir Aksel Sandemose, En flygtning krydser sit spor. Hendingarnar fara fram í lítlu bygdini, Jante. Í Jante var ein óskrivaður hugburður, sum segði, at ongin skuldi skara framúr. Jantelógin er tað forhold millum fólk, serliga í smærri samfeløgum har tey, sum skara framúr verða hildin niðri av restini. Tey sleppa ikki at skara framúr.


Onkur hevur gjørt ein lista yvir tey 10 boðini í Jante:


1. Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað


2. Tú skalt ikki halda, at tú ert meira verdur enn vit


3. Tú skalt ikki halda, at tú ert klókari enn vit


4. Tú skalt ikki billa tær inn, at tú ert betur enn vit


5. Tú skalt ikki halda, at tú veitst meira enn vit


6. Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað meira enn vit


7. Tú skalt ikki halda, at tú dugir til nakað


8. Tú skalt ikki flenna at okkum


9. Tú skalt ikki halda, at nakar leggur nakað í teg


10. Tú skalt ikki halda, at tú kanst koma her og læra okkum nakað


Jantelógin hevur havt eina oyðandi ávirkan. Hugburðurin, sum Jantelógin umboðar er hesin: Tað loysir seg ikki at gera nakað serstakt og tað eru so nógv menniskju, sum hava nógv betri gávur og førleikar enn eg og sum gera nógv størri nyttu enn eg. Royni eg at gera okkurt, so verði eg hálaður niður.


Men tíbetur eru mong, sum arbeiða ímóti hesum hugburði og eggja øðrum at menna førleikar og útinna dreymar sínar. Hetta eru tey, sum siga, at tað er bara ein tú. Tað er eingin kloning av tær. Tú ert einasti persónurin í heiminum við tíni bakgrund, tínum royndum og tíni søgu. Eingin annar hevur tín DNA struktur ella tíni fingramerki. Tú ert tann einasti persónurin, sum hevur tínar egnu hugsanir, meiningar, førleikar, útsjónd, rødd, stíl, persónsmensku, umdømi og ávirkan – bara tú!


Heimssøgan er eisini full av menniskjum, sum hava havt eina velduga ávirkan, tí tey avgjørdu at lata rødd sína hoyrast, sjálvt um tað bert vóru tey. Hugsa um hvørja ávirkan Mozart, Beethoven og Bach høvdu fyri tónleikin; Michelangelo, Da Vinci og Picasso høvdu fyri listina; Einstein, Darwin og Newton høvdu fyri vísindina; Edison, Walt Disney og Wright brøðurnar høvdu fyri menning; Ford, Bell og Jobs høvdu á handilsvinnuna, og Augustin, Luther og Bart høvdu fyri kirkjusøguna.


Hugsa so um, hvørjar avleiðingar ein atkvøða kann hava – bæði jaligt og neiligt: Í 1776 var tað ein atkvøða, sum gjørdi at enskt gjørdist almenna málið í Amerika og ikki týskt. Í 1845 var tað ein atkvøða, sum gjørdi, at Texas bleiv ein partur av USA. Í 1875 var tað ein atkvøða, sum gjørdi Fraklandi til eina republik í staðin fyri eitt monarki. Og Í 1923 var tað ein atkvøða, sum gav Hitler høvuðssessin í nasistaflokkinum.


Hugsa so um allar teir mongu føroyingarnar, sum ikki eru bangnir fyri at spíla seg út innan tónlist, myndlist, gransking, menning, handil og hugsan. Teir eru nógvir! Kanska koma eg og tú ongantíð at hava eina alheims umfatandi ávirkan, men vit hava stóran týdning har, sum vit eru.


Vilt tú seta tær fyri at eggja teimum, sum tú livir og starvast saman við – ikki óttast at siga:


1. Tú skalt vita, at onnur líta á teg


2. Tú skalt vita, at øll tíni nærmastu eru bundin at tær


3. Tú skalt vita, at tað er nakað gott og virðismikið í tær, sum okkum tørvar


4. Tú skalt vita, at tú hevur nakrar menniskjaligar eginleikar, sum vit eru góð við


5. Tú skalt vita, at vit eisini kunnu kenna okkum nyttuleys, einlig og virðisleys


6. Tú skalt vita, at tú hoyrir heima saman við okkum


7. Tú skalt vita, at vit ynskja at gera nógv fyri teg


8. Tú skalt vita, at títt egna lív og felagsskapur okkara, verður ávirkaður av tínum íkasti


9. Tú skalt vita, at vit kunnu læra nógv av tær


10. Tú skalt vita, at saman kunnu vit loysa trupulleikar og fremja góðar loysnir saman


Ikki lata setningin, Eg geri ongan mun!, vera setning tín í 2018. Ein betur og sunnari háttur at liva lívið er at siga: Eg eri bert ein, men kortini so eri eg ein. Eg kann ikki gera alt, men kortini kann eg gera mín lítla part. Og sjálvt um eg ikki kann gera alt, so fari eg ikki at nokta at gera tað, sum eg kann gera – og eggja øðrum at gera tað sama. Gott nýggjár!

Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page