Hví doyðu teir?
Fyri gott 1000 árum síðani løgdu víkingar frá landi við Noregsstrendur, vestur í hav, í vónini um at finna nýtt land. Víkingaleivdir eru at síggja í Írlandi, Orknuoyggjum, Hetlandi, Føroyum, Íslandi, Grønlandi og New Foundlandi. Eirikur Reyði kom um síðir til Grønlands og víkingarnir bygdu bústaðir sínar har.
Fornfrøðingar hava funnið út av, at víkingarnir í Grønlandi vóru rótfestir og sosialt samantvinnaðir. Einir 5000 víkingar vóru í Grønlandi og teir búleikaðust har í 450 ár. Men knappliga blivu teir burtur – eingin yvirlivdi.
Sjálvt um víkingarnir ferðaðust við skipum vestur í hav, vóru teir eyðmerktir av at vera bøndur. Og tá ið teir komu til Grønlands gjørdu teir, sum teir altíð høvdu gjørt – tóku sær av jørðini, gróðursettu og livdu av neytum og øðrum kríatúrum. Men tað var ikki lætt at liva í Grønlandi, tí sjálvt um Grønland hevði síni grønu øki, so gjørdist tað alsamt truplari at yvirliva. So mikið nógv, at teir byrjaðu at líða hungur.
Spurningurin, sum fornfrøðingar spyrja er: Hvussu kundu víkingarnir doyggja út so brádliga? Ásøðini eru fleiri og grundgevingarnar nógvan. Men í bók síni, Collapse: How Societies Choose to Fail or Succeed, skrivar Jared Diamond um, hvussu smá samfeløg yvirliva ella doyggja út. Hann sigur, at í flestu førum eru tað ikki náttúruvanlukkur ella veðurlagsbroytingar, ið elva til tess. Orsøkirnar eru nógv einfaldari. Tær eru at finna, tá slík samfeløg (1) gerast sjálvskoðandi og avbyrgja seg frá øðrum, (2) ikki vilja broyta sosiala kervi sítt eftir umstøðunum, tey liva í, (3) halda fast við gamlar siðir, um tað so skal kosta teimum lívið. Við øðrum orðum, tey gerast snævurskygd, trongskygd og einskygd!
Og júst hetta, halda nakrir fornfrøðingar, er tað, sum hendi víkingunum í Grønlandi. Hesir fornfrøðingar eru blivnir ásamdir um, at víkingarnir í Grønlandi veltu jørð og ótu neyt og kríatúr. Og tá ið fornfrøðingar gravaðu í húsaleivdunum, funnu teir eina ørgrynnu av neytabeinum, bæði neytum og kálvum. Og tá teir hugdu nærri, sóu teir, at beinini vóru full í knívumskørum. Víkingarnir høvdu piðað neytini og kálvarnar inn á bein, til einki var eftir at eta – sjálvt á kleyvunum sóust knívsmerkir. Teir funnu eisini beinini av hundum og roknaðu seg fram til, at tann seinasta veturin, tá ið vónin fyri at yvirliva var farin, høvdu víkingarnir sjálvt etið húsdjór sini.
Men eitt undraðust fornfrøðingarnir yvir. Teir funnu eingi fiskabein! Og júst her lá ræðuligi sannleikin. Víkingarnir vildu ikki eta fisk! Teir búðu við sjóvarmálan á heimsins ríkasta havtilfeingi, men vildu ikki nema tað. Tað var eitt sosialt tabu at eta fisk. Teir vildu heldur doyggja. Og tað var júst tað, sum hendi. Sum avleiðing av trongskygda sosiala strukturinum og óttanum fyri at vága gamlar siðir í nýggjum hami, lótu víkingarnir lív, saman við kríatúrm sínum.
Fornfrøðingar komu til ta niðurstøðu, at víkingarnir í Grønlandi gjørdust sjálvskoðandi og avbyrgdu seg frá eskimobúgvunum. Teir komu frá einum sosialum kervi, har landbrúk var høvuðsvinnan og tað mátti ikki broytast. Teir komu við einum óhugnaligum stoltleika í mun til ikki at eta fisk, og tað gjørdi enda á teimum í tí ísakalda og drúgva grønlanska vetrinum. Hvør munurin var á teimum og hinum víkingunum, sum komu til Føroyar og Ísland – sum gagnnýttu tilfeingið í sjónum – undrast fornfrøðingar yvir. Føroyar eru eitt lítið samfelag, og vit liva í sama vanda fyri at gerast snævurskygd, trongskygd og einskygd, so vit ikki gagnnýta tilfeingið, sum vit hava atgongd til. Óivað eru øki har hetta kann sigast um okkum, bæði politiskt, sosialt, átrúnaðarliga og vinnuliga. Men tíbetur duga vit eisini at gagnnýta nógv av tí tilfeingi, sum vit hava atgongd til. Vit kunnu gleðast um, at matídnaðurin mennist við at nýta tilfeingið úr føroysku náttúruni. At føroyskir tónleikarar hava skapt eina serføroyska sjangru, sum verður tikin út um klettarnar. At ítrótturin kemur við fleiri og fleiri spírum, sum folda seg út heima og úti. At bøkur, barnabøkur, yrkingasavn og annað verður givið út í hópatali og á fleiri málum. At ferðavinnan blómar og túsundtals ferðafólk vitja fjarskotnu oyggjarnar. Og at fiskivinna og ídnaðurin gagnnýta smálutirnar á landi og havi, og spenna seg út um oyggjarnar.
Latið okkum áhaldandi gerast enn betur, ídnari, vísari og ágrýtnari at liva dreymin, sum víkingarnir á sinni settu sær fyri at gera til veruleika, uttan at falla í freistingina at gerast snævurskygd, trongskygd og einskygd.