top of page

Tíðin


 

Hugsa tær at bankaráðgevi tín sigur, at ein sera gávumildur kundi ynskir at geva tær eina gávu. Men treytirnar eru hesar: Hvønn morgun fer hann at seta 86.400 oyru inn á tína konto. Tað eru 864 krónur hvønn dag. Men tú kanst ikki goyma peningin frá degnum í dag til dagin í morgin. Tað, sum tú ikki brúkar í dag, fellur burtur og kann ikki nýtast aftur. Rokna vit 864x7, eru tað kr 6048 um vikuna, x52 = kr. 314.496 um árið. Minst til, at peningurin, tú ikki brúkar í dag, ikki kann goymast til í morgin.

Hvønn morgun fært tú 86.400 sekund inn á konto tína – tíðarkonto. Tað eru 1440 minuttir um dagin, 7 dagar um vikuna og 52 vikur um árið – alt lív títt. Men treytirnar eru tær somu. Tú fært hesi sekundini hvønn dag og tú sleppur ikki at taka tey inn í næsta dagin.

Tíðin rennur sum streymur í á, sigur skald okkara Fríðrikur Petersen. Hann sigur: Tíðin er dýrabær, liv tí lívið!

Hagtøl eru ymisk, men onkur hevur roknað út, hvussu eitt menniskja, ið livir 70 ár, nýtir lívstíð sína:

Sova 23 ár 32.9%

Arbeiða 16 ár 22.8%

Sjónvarp 8 ár 11.4%

Eta 6 ár 8.6%

Ferðast 6 ár 8.6%

Slappa av 4.5 ár 6.5%

Sjúk 4 ár 5.7%

Klæða okkum 2 ár 2.8%

Møti/kirkju 0.5 ár 0.7%

Samlað 70 ár 100%

Boðskapurin í hagtølunum er greiður: Ikki søpla lívið burtur. Liv lívið til fulnar. Finn gleðina í at vera saman við menniskjum, at njóta góðan mat, drekka, felagsskap og vinabond, og njót ríkidømið í fimm sansum tínum – at smakka, lukta, síggja, hoyra og føla. Loyv tær at kenna gleðina við at ferðast og síggja nýggj støð og møta menniskjum av øllum húðlitum og tungumálum. Liv uppofrandi og í kærleika, soleiðis at tú tænir øðrum, og gev teg sjálvan til at spjaða gleði og vón.

Ansa eftir ikki at hugsa so nógv um í morgin, at tú gloymir at liva dagin í dag. Ein eldri persónur skrivaði soleiðis um lív sítt:

Fyrst hevði eg givið alt fyri at vera liðugur í skúlanum og byrja á hægri lærustovni.

So hevði eg givið alt fyri at vera liðugur á hæðri lærustovni og byrja arbeiðslívið.

So hevði eg givið alt fyri at fáa maka og børn.

So hevði eg givið alt fyri at børnini skjótt fóru í skúla.

So hevði eg givið alt fyri at fara út á arbeiðsmarknaðin aftur.

Og so hevði eg givið alt fyri at farið á eftirløn.

Og nú…tá alt er farið framvið havi eg knappliga uppdagað, at eg gloymdi at liva.

Aftur í dag fekst tú 86.400 sekund inn á tína tíðarkonto. Sorgarleikurin við lívinum er ikki, at tað endar so skjótt, men at vit bíða so leingi at byrja tað. Tíðin er dýrabær, liv tí lívið. Tikk takk, tikk takk…

Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page