Jarðarferðin hjá Billy Graham

March 22, 2018

Í bók síni, “Seven habits of highly effective people”, sigur Stephen R. Covey, at um tú vilt seta tær mál fyri lívið, so skalt tú seta spurningin, ‘Hvat ynski eg, at fólk siga um meg við jarðarferð mína?’”

 

Fríggjadagin tann 2. mars 2018, fór heimskendi prædikumaðurin Billy Graham til gravar í heimbýi sínum, Charlotte, í North Carolina. Eg hevði stóra framíhjárættin at vera við til jarðarferðina. Har kom sami spurningurin fram, men víst varð á, at Billy setti ein heilt annan spurning: “Hvat ynskir tú, at Gud sigur við teg, tá tú møtir honum hinumegin?” Stórur munur er á hesum báðum spurningunum. Við tí fyrra verður leitað eftir svari hjá menniskjanum, við tí seinna verður leitað hjá Gudi.

 

Fyri Billy Graham var eingin ótti í seinna spurninginum, men ein livandi vón, tí hann gleddi seg til dagin, tá ið hann skuldi møta skapara sínum. Billy hevur sjálvur sagt: “Tá tit hoyra tíðindini um, at Billy Graham er deyður, skulu tit ikki trúgva einum orði av tí. Eg eri ongantíð so livandi sum júst tá, tí tá eri er heima hjá Gudi.” Og hetta var júst tað, ið eyðkendi jarðarferðina – ein gleðishátíð!

 

Nógv góð fólk høvdu nógv gott at siga um Billy Graham, men tað, ið hugtók meg, var tað, sum børn hansara søgdu. Eingin ivi var um ein djúpan kærleika í tónalagi teirra. Men tað, ið gav jarðarferðini ein serligan dám, vóru orðini frá dóttrini, Ruth. Hon segði okkum frá, hvussu hon, tíverri, kom at uppliva hjúnarskilnað í lívi sínum. Stutt eftir, gifti hon seg aðruferð – ímóti ráðunum, sum foreldur og onnur góvu henni – við einum manni, sum hon neyvan kendi nóg væl. Somu nátt, sum hon giftist, dugdi hon longu at síggja, at hon hevði gjørt ein stóran feil og seks vikur seinni noyddist hon at flýggja frá einum harðligum og vandamiklum manni.

 

Hon greiddi frá: Eg visti ikki hvagar eg skuldi fara, men hevði eina vón um, at heima hjá mammu og pápa fór eg at finna kærleika. Tá eg kom koyrandi inn um portrið við húsini, stóð pápi í túninum og bíðaði eftir mær. Eg visti ikki, hvat hann fór at siga ella gera, men beint eg kom úr bilinum, kom hann til mín, tók meg inn í favn sín og segði mær, hvussu nógv hann elskaði meg. Eg kendi, at eg var komin “heim” – ikki bert til ein bústað, men til ein stað, har eg kundi kenna meg trygga, vælkomna og góðkenda. Meðan eg lá í favni hansara, upplivdi eg fyri fyrstu ferð, at Gud eisini er mín Faðir. Hendan løtan og tíðin aftaná, broytti lív mítt og gav mær nýtt dirvi at liva – brotin og ófullkomin, men góðtikin og elskað.”

 

Sum eg sat til jarðarferðina, kendi eg styrkina í orðum hennara. Ruth minti meg á, hvussu vit, eisini í trongastu stundum okkara, har vit allarminst væntaðu ella ímyndaðu okkum tað, kunnu vera vitni Guds. Í teirri stund, tá Ruth kendi seg brotna og ófullkomna, var tað, at hon vísti dirvi, styrki og virðing fyri skapanarverki Guds, við tað, at hon tók frástøðu í mun til tað virðisleysa og oyðileggjandi, ið hon royndi saman við manninum. Og hóast hetta av mongum, kann kennast sum eitt niðurlag, vitnaði atburður hennara um, hvussu trúgv hennara gav henni styrki og setti kósina, ið hon valdi at taka. Ferðin, at liva lívið soleiðis, sum vit trúgva, at Gud hevur ætlað okkum tað, kann mangan sýnast torskild, í eygunum hjá okkum sjálvum og øðrum við. Í síðsta enda, er tað einans Gud, ið kan døma um, nær vit snávaðu, sigraðu, sviku, bóru okkum undan, vóru sjálvsøkin, høvdu reint hjarta o.s.fr..

 

Ruth sókti sær skjól í kærleikanum, sum faðirin gav henni. Treytaleysi kærleikin hjá pápanum til dóttrina, bjargaði henni í hasi trongu stund hennara. Men Billy kundi bert elska við treytaleysa kærleikanum, tí Gud hevði elskað hann fyrst. Og tá Gud gav pápanum dóttrina, gav hann gávuna at elska treytaleyst. Eins og hansara kærleiki til okkara er, treytaleysur. Men eisini at dupult signingin er hendan, at Billy ikki bert var ein gáva til Ruth, men Ruth eisini var ein gáva til Billy.

 

Vit vita sjálvandi ikki, hvat Gud segði við Billy, tá hann møtti honum hinumegin, men tað, sum Billy gjørdi mótvegis dóttir síni, var nakað, sum eyðkendi kósina fyri, hvussu hann var mótvegis øllum menniskjum. Sært tú, livir tú í ljósinum av seinna spurninginum – “Hvat ynskir tú at Gud sigur við teg, tá tú møtir honum hinumegin?” – so er tað givið, at fyrri spurningurin eisini verður svaraður. Spurningurin er bara, hvør spurningur er týdningarmiklari fyri teg?

 

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved