LEIÐSLA

June 15, 2018

Jákup og eg fara út at eta lunch og fyrireika ein temadag, sum vit skipa fyri. Tá vit koma inn á matstovuna, royni eg at fáa samband við ein tænara. Men hon hyggur niður, tí matstovuleiðarin skeldar hana út. Vit hoyra tey: “Hvussu ofta havi eg ikki sagt við teg, at tú skalt rudda borðini, áðrenn tú letur gestirnar seta seg. Tað skuldi ikki verið so torført at mintst, ha? Lat tað ikki henda aftur!”

 

Hann fer víðari og egbiðji um borð til tveir. Hon tekur tvær matskráir og leiðir okkum til borðið. So gleppur úr henni, “Hann er ein idiotur! Hann hevur júst fingið meira ábyrgd og heldur seg longu vera stjóra. Hann ger, at øll missa hugin at arbeiða her. Nå, men her er eitt reint borð!”

 

Løtu seinni kemur hon aftur. “Hevur eingin givið tykkum vatn enn? Huff! Eg veit ikki, hví eg skal gera alt arbeiðið her.” Tað er sjónligt, at hon er ørkymlað. “Dávur, kanst tú koma við vatni.” Hann kemur við vatninum og setur tað á borðið. “Veit ikki, hvat hon billar sær inn at rópa soleiðis eftir mær. Eg havi nokk at gera sjálvur,” sigur hann argur.

 

Nakrar minuttir seinni, kemur hon aftur. “Hvat ynskja tit at eta?” Eg velji salat og Jákup fiskarætt. “Er fiskurin góður?”, spyr Jákup. “Hann er ok”, sigur hon ivandi. Jákup velur salat ístaðin. “Hvat ynskja tit at drekka?” Jákup ynskir Sisu og eg kaffi. Hon er skjót aftur við Sisu, men ongum kaffi. “Tey gloymdu at tendra nýggja kannu av kaffi. Eg má jú gera alt her, so tað tekur eina løtu.”

 

Okkara borð er ikki langt frá køkinum og vit síggja, hvussu rættirnir verða settir á diskin til tænararnar at bera gestunum. Vit hoyra ein tænara siga við ein annan, “Tú tókst mín ordra. Bíða eftir tínum egna! Næstu ferð koyri eg Tabaskosós á tín mat. Vita so, hvat tipp tú fært!”

Júst somu løtu kemur ein annar tænari til kokkin og sigur, “Hví tekur tað so leingi at koma við búffunum? Kunnu tit ikki arbeiða skjótari. Also, hvat lærdu tit á kokkaskúla?!”

 

Tá vit vóru lidnir at eta, var ikki nógv komið burturúr í mun til skipan av temadegnum. “Hvar skulu vit møtast næstu ferð? Ikki her, ha?”, sigur Jákup avgjørdur. Eitt greitt “nei” frá báðum. Vit avtalaðu at hittast á aðrari matstovu.

 

Vikuna eftir hittust vit aftur. Matstovuleiðarin tosar við ein tænara, tá vit koma inn. Tá hann sær okkum, sigur hann, “Vælkomnir, mínir harrar! Tveir til lunch?” “Ja,” siga vit. “Sára, vilt tú vísa hesum harrunum til borðið?” Men fyrst ger hann samtaluna við Sáru lidna: “Sára, tú gert eitt gott arbeiði og eg eri glaður fyri at síggja, hvussu væl tú dugir við gestunum. Familjan, sum júst fór, segði mær, hvussu væl úr hondum greitt, arbeiði títt var. Gott arbeiði!”

 

Sára vísir okkum borðið og vit seta okkum. “Eg vóni tit njóta matin,” sigur hon vinarliga.

Tá hon kemur aftur, sær hon, at vatn ikki stendur á borðinum. “Eg fari beint eftir vatni. Ein av lærningunum er sjúkur í dag og vit sakna hann veruliga. Hann syrgir altíð fyri vatninum!”

 

Vit bíleggja matin. Eg skal hava salat og Jákup fisk. “Hatta er ein av mínum yndisrættum! Fiskurin er frískur og nokk er til, bæði av fiski og øllum góðum aftur við,” sigur hon frintliga. Hon spyr, hvat vit kunnu hugsað okkum at drekka. Jákup vil hava Sisu og eg kaffi. Hon er skjót aftur við Sisu, men ongum kaffi. “Kaffi er so væl umtókt her, at kannan var næstan tóm. So í staðin fyri at geva tær seinasta dropan úr gomlu kannuni, havi eg sett nýggja útá. So komi eg við frískum kaffi til tín.”

Omaná ynskja vit at deila eina sjokulátakøku. “Áh, tað skilji eg væl. Eg freistist altíð at fáa mær eitt petti, tá eg beri sjokulátakøkuna til gestirnar,” sigur hon við einum smíli.

 

Tá vit eru lidnir at eta og hava avgreitt temadagin, leggja vit eitt gott tipp eftir okkum. Á veg út, heilsar matstovuleiðarin okkum, takkar fyri og bjóðar okkum vælkomnum aftur skjótt.

Komnir út úr matstovuni, sigur Jákup, “Hatta var eitt gott upplivilsi. Skulu vit ikki hittast her aftur næstu ferð?” Vit eru samdir báðir.

Munurin er munurin á vánaligari og góðari leiðslu

Munurin á matstovunum kemur ikki av sær sjálvum. Munurin er munurin á vánaligari og góðari leiðslu. Leiðsla er týdningarmikil, tí trivnaðurin, arbeiðslagið og tænastan í eini matstovu, fyritøku, stovni ella samkomu er tengd at leiðslu. Er leiðslan vánalig, atfinningarsom, passiv og uttan mið og mál, kenna fólk seg ótrygg og nýta alla orkuna at hugsa um sítt egna stríð heldur enn um onnur. Er leiðslan góð, eggjandi, virkin og málrættað, kenna fólk set trygg og motiveraði.Yvirskot verður til onnur. Innanhýsis klandur og stríð, styggir fólk burtur og tey koma ikki aftur. Men tá ið gleði og frælsi er í luftini, verða fólk drigin inn og tey hava hug at koma aftur.

 

Góðir leiðarar lýsa av gleði umavat vera partur av nøkrum, sum er stórri enn teir. Teir eru fyrimyndir, tí teir vita, at persónligur karakterur er týdningarmiklari enn avrik. Teir vita at avrik skal til, men stýra uttan at yvirstýra. Teir leggja stór mál, sum eru øllum til frama. Teir útdeligera ábyrgd og líta á, at arbeiðið verður gjørt við dygd. Teir eru sannførdir um, at trivnaður, samstarv og arbeiðsgleði skapir stórri vinning enn bert tann fíggjarliga. Teir gleðast um, at tað gongst einum væl og lata øll onnur vita um tað. Teir vegleiða og rættleiða við djúpari virðing, uttan at øll onnur skulu hoyra. Teir fara við starvsfólki sum dýrabærari familju og gestum sum virðismiklum menniskjum. Teir vita, at tað, sum gestirnir uppliva úti á gólvinum, hevur uppruna sín í góðari ella vánaligari leiðslu inni á leiðsluborðinum.

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved