Pápar!
Nú pápadagur er, siti eg og hyggi at kenda málninginum av Rembrant, um tá ið burturvilsti sonurin kom heim aftur til faðir sín. Kanska er "Elskandi Faðirin" eitt betur heiti, tí í líknilsinum í Lukasi 15:11-32 sigur Jesus frá einum pápa, sum kendi sviðan og sorgina um tveir synir, sum bert hugsaðu um seg sjálvar, men hann læt tað ikki broyta sítt eyma hjartalag fyri teimum. Tað vísir seg mangan, at tey, sum hava svárar trongdir og sorgir í lívinum, men sum tó ikki lata beiskl