Jante
Í mong ár havi eg havt sama nýggjárslyfti: At arbeiða ímóti Jantelóguni og eggja fólki, sum siga, Eg geri ongan mun!, við at minna tey á, hvussu serstøk tey eru. Á okkara leiðum hevur jantelógin havt eina keðiliga ávirkan á menning og trivnað. Tankin um jantelógina kom fram í 1933 í sjálvsævisøguni eftir Aksel Sandemose, En flygtning krydser sit spor. Hendingarnar fara fram í lítlu bygdini, Jante. Í Jante var ein óskrivaður hugburður, sum segði, at ongin skuldi skara framúr.