Luther fekk nokk fyri 500 árum síðani
Vit siga tað kanska ikki altíð við orðum, men í okkara meiningum, hugburði, eygnabrái, viðmerkingum og verumáta, siga vit mangan tað sama sum jødarnir í Galatia: “Tað var gott, at Jesus doyði á krossinum, men vit mugu eisini minnast til at…” Og so kemur ‘to-do’ listin. Luther segði “Nú kann tað vera nokk!” Kanska er stundin komin, at vit siga tað sama. Fyri 500 árum síðani var Martin Luther deyðatroyttur av lóglæruni, átrúnaðarligu siðvenjuni og politiska mutrinum, sum eyðken