Takksemi, miskunn og mørk
Enn eitt ár! Nú 2019 er komið, eru lyftini óivað mong, ætlanirnar stórar og hugurin fúsur hjá mongum. Vit vóna, atárið verður gott og at sum mestfæst burturúr. Ein av bestu hættunum at fáa sum mest burturúr, er eftir mínum tykki, at líta aftur og hugleiða um árið, ið fór. At setaspurningar, ið eru umráðandi fyri rannsóknarferð tína inn í árið, ið farið er um bak: Hvussu var árið, ið fór fyri meg? Hvat var gott og vakurt og hvat var trupult og svárt? Hvat gjørdi árið við meg?