top of page

Gleðiliga speisemi í barnauppaling


 

Vit høvdu verið gift í seks, áttu tvey børn og høvdu nógv eftir at læra. Vóru júst flutt til Skotlands, har avbjóðingarnar av familjulívi, arbeiði, at vera foreldur og finna nýggjar vinir stærdu okkum beint í eyguni. Tá stutt tíð var fráliðin kom eg at kenna ein mann, sum bleiv ein signing í lívi mínum. Hann var væl eldri enn eg og lívsroyndirnar høvdu gjørt hann til ein vísan og eyðmjúkan mann. Hann bleiv á mangan hátt mín fyrimynd, mentorur og góði vinur.


Ein dagin tosaðu vit um børn og barnauppaling, og eg spurdi hann, hvørji ráð, hann kundi geva einum ungum pápa sum mær? ”Svarið kom í eini hugleiðandi samrøðu, sum eg kóki niður í nakrar setningar til okkum øll at læra av:


“Eg hevði viljað dugað betur at víst børnunum, hvussu nógv eg elski mammu teirra. Tí børn, sum uppliva, at foreldrini gera kærleikan fyri hvørjum øðrum sjónligan, fáa ein tryggleika og eina javnvág í tilveruni, sum neyvan fæst á betri hátt.”


“Eg hevði viljað dugað betur at lurta. Tí foreldur, sum lurta eftir børnunum, tá tey eru lítil, fáa børn, sum fara at lurta eftir ella teimum, tá tey eru gomul.”


“Eg hevði viljað dugað betur at latið børnini kent seg `heima’ heima. Tí børn, sum uppliva heima við hús, at tey hava týdning, fara at kenna at tey hoyra til, hoyra heima, og tað er ein grundleggjandi kensla, ið fylgir børnunum alt lívið.”


“Eg hevði viljað givið teimum meiri av tíð míni. Tí hvussu mangan siga vit ikki, ’Bíða eitt sindur!’ Men um vit taka okkum stundir til børn okkara, tá tey eru lítil, so fara tey at hava stundir til okkara tá tey eru vaksin.”


“Eg hevði viljað givið teimum stórri gleði og meiri stuttleika heima. Glatt hjarta gevur góða heilsubót og foreldur, sum ikki eru bangin fyri at spæla við børnini, syngja, flenna, renna og tuska, og veltast á gólvinum, fylla heimið við gleði, stuttleika og frælsi.”


“Eg hevði viljað duga betur at róst teimum og víst teimum takksemi. Tí tað sigur børnunum, at vit elska tey fyri tað, tey eru, og eru takksom fyri tað, tey gera. Tað hjálpir teimum at finna javnvágina millum at vera (sjálvskensla) og at gera (sjálvsálit).”


”Eg hevði viljað verið meira fríur av óttanum fyri, hvat onnur halda. Tí foreldur, sum gera børnini til trælir av krøvum teirra um fullkomleika, einans fyri at síggja gott út í eygunum hjá øðrum, blíva sjálvi fangar í øðini um, at børnini einans eru menniskju, eins og øll onnur.”


Í dag eiga vit trý børn, sum nú eru vaksin, men eg hugsi mangan um vegleiðingina, sum góði, gamli, skotski vinur mín gav mær. Eg sigi mangan, sum hann segði: “Eg hevði viljað dugað betur…”

 

At geva seinasta bitan, heldur enn at eta hann sjálvur

 

Men tá alt kemur til alt, so er tað mangan eg, sum fekk og lærdi meiri enn tað, ið eg gav á ferðini sum foreldur og uppalari av børnum okkara. Tað er mangan ígjøgnum signingarnar og avbjóðingarnar sum foreldur, at børnini lærdu meg at traðka í karakter og taka ábyrgd. At eg í royndunum við at royna at læra tey, sjálvur lærdi at biðja um fyrigeving, tá eg hevði sært tey. Sjálvur fekk eina økta tilvitan um týdningin av, at eg opnaði hjartað mítt, tá eg heldur hevði hug at lata tað aftur og svaraði aftur við kærleika, tá eg hevði hug at geva aftur at somu skuffu. Ongantíð áður, fyrr enn sum pápi, hevði týdningurin av at liva orðini, eg segði, verið meiri sjónligur og umráðandi. At geva seinasta bitan, heldur enn at eta hann sjálvur. At sita uppi og lurta, tá eg heldur hevði viljað lagt meg ella at hjálpt við føroyska stílinum, heldur enn sjálvur at skriva. Á so óteljandi nógvar ymiskar hættir, bleiv eg signaður í royndum mínum at læra tey. Eg lærdi at seta egin rættindi til síðis fyri at geva børnunum rúm. At byggja brýr, tá eg heldur hevði hug at skera av. Ikki minst lærdi eg týdningin av at seta mørk, tá eg heldur hevði hug, ikki at latast um vón og at tað vóru tíðir, evnir og umráðir, har eg gav børnum okkara meiri, við at geva teimum minni.


Barnauppaling er ein tann truplasta uppgávan í lívinum og sum strekkir seg yvir longsta partin av lívi okkara. Eingin okkara ger tað fullkomið. Eingi børn eru eins. Og øll foreldur kunnu hava ágóða av vegleiðing. Tí er tað gott at hava vinir og vegleiðarar, sum eru komin longur, eru vísari og hava fleiri royndir enn vit. Vinir, sum kunnu peika okkum á leið og geva góð ráð, uttan at siga júst, hvat vit skulu gera. Og gleðiliga speisemi við øllum er, at barnauppaling ger ikki einans børnini klár til lívið, men foreldrini við.

Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page