top of page

Kiksa


 

Orðið “kiksa” er eitt orð, sum vit ofta nýta. Sprotin lýsir orðið soleiðis: At gera miseydnaða roynd t.d. sparka ella blaka skeivt, ella missa bóltin. Dømi: hann kiksaði (bóltin); ein kiksaður róður kostaði teimum FM-heitið. Og annar týdningur er at miseydnast. Dømi: tað kiksaði við samráðingunum.


Tað vóru einaferð ein ung genta og ein ungur drongur, sum bæði komu frá góðum familjum. Tey búðu í einari lítlari bygd ogvóru bæði gudrøkin fólk. Hann var nakað eldri enn hon, men tey kendust og blivu væl. Familjurnar gleddust um, at tey vóru komin saman og vón um eitt gott hjúnaband birtist. Hann hevði gott arbeiði og hon var enn so mikið ung, at arbeiðslívið var ikki byrjað hjá henni. Men tey høvdu stórar dreymar og framtíðin sýntist bjørt.


Gentan gjørdist við barn - áðrenn tey vóru gift. Í húgaheiminum hjá fólki í bygdini, fanst hesin møguleikin ikki, at gerast við barn uttanfyri hjúnaband. Hetta var ein gøla. Skjótt frættist, hvat var hent og slaturin gekk, sum vera man, sum skógareldur til bygdirnar nærindis. Slíkt var hildið vera ræðuligur, siðleysur og vanvirðiligur atburður. Ein skomm. Kiksað.


Gentan og drongurin kendu sviðjan. Fólk søgdu ikki nógv, men eyguni talaðu harðari enn orð. Onkur kallaði hana fyri eina skøkju og hann ein horkall. Onkur annar skrivaði lepar við niðrandi orðum. Og aftur onnur gingu bara framvið teimum og lótust ikki um vón, sum um tey vóru ósjónlig. Fólk, sum tey kendu væl, vóru nú sum fremmand. Skjótt vóru tey útihýst og vanvird frá samfelagnum. Skommin var stór. Einsemið var ræðuligt. Tey vóru kiksað!


Støðan gjørdist ikki betur, tá ið drongurin uppdagaði, at hann ikki var pápin. Ein annar átti barnið. Drongurin var í villareiði. Hann visti ikki, hvat hann skuldi gera. Skuldi hann geraloyndardómin almennan? Skuldi hann fara frá henni? Skuldi hann taka ábyrgd, hóast barnið ikki var hansara? Bardagin innan í var øðiligur.


Gølan var so stór, at gentan noyddist at rýma úr bygdini í eina tíð. Hon fann sær skjól hjá familju í aðrari bygd, inntil øsingin og vreiðinhøvdu lagt seg eitt sindur. Alt var kiksað!


Drongurin gjørdi av at taka ábyrgd. Hann gifti seg viðgentuni og valdi at taka sær av ófødda barninum. Tíðin gekk og tey vandu seg við avvísandi eyguni hjá fólki, skommina hjá foreldrunum og kensluna av at vera kiksaði.


Tá ið barnið varð føtt, var eingin av familjuni har.Tey vóru einsamøll. Tað var hart, men tað gekk eisini. Og sjálvt um tey ongantíð blivu reiðuliga góðkend av fólkunum í bygdini og ongantíð kendu seg veruliga heima aftur í bygdini, so tóku tey sær av barninum og av hvørjum øðrum. Líka mikið hvussu kiksað alt var, so fekk kenslan av at vera kiksaður ikki loyvi at taka ræði á teimum. Barnið vaks upp í einum tryggum, kærleiksfullum og friðsælum heimi, har foreldrini ikki lótu arvin av skomm, ótta ella at vera kiksaður liva víðari.


Óivað kenna flestu okkara sviðan av at kenna okkum kiksaði ogmiseydnaði. Tað er hin røddin, sum háðandi sigur, at vit svíkja, at vit feila, at vit enda galið, at lívið er ein ólagna, og at vit føra skomm yvir okkum sjálvi og familju okkara. Men hendan søgan lærir okkum at, um orðið “kiksað” – pínufult og ræðuligt, sum tað kann kennast – ikki sleppur at vera yvirskriftin yvirlívi okkara, so bróta vit eisini arvin í mun til børn okkara.

 

Líka mikið hvussu kiksað alt var, so fekk kenslan

av at vera kiksaður ikki loyvi at taka ræði á teimum.

 

Forrestin... gentan æt Maria og drongurin, Jósef. Og, ja, barnið fekk navnið Jesus! Hvør mangan er tað ikki so, at tað, sum í menniskjaeygum sýntist kiksað og miseydnaðer í Guds eygum nakað, sum hevur potentialið til nakað vakurt, undurfult og gott.

Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page