Páskirnar - boðskapurin aftan fyri myndina
Hevur tú nakrantíð hugt at einum málningi og hugsað, “Her hendir meiri, enn tað, eg síggi.” At tað er, sum áskoðarin fær smakkin av nøkrum, ið ger hann forvitnan. Hann vil sleppa nærri, grava djúpari, og vita meiri. Tá eg vitjaði Manchester City Art Gallery og hugdi at myndini, The Shadow of Death (1873), hevði eg eina tílíka uppliving. Málningurin er av Jesusi sum ungur, har hann stendur við sagina í arbeiðsskúrinum hjá pápa sínum. Fyri at taka ein lítlan arbeiðssteðg, breið