top of page

Páskirnar - boðskapurin aftan fyri myndina


 

Hevur tú nakrantíð hugt at einum málningi og hugsað, “Her hendir meiri, enn tað, eg síggi.” At tað er, sum áskoðarin fær smakkin av nøkrum, ið ger hann forvitnan. Hann vil sleppa nærri, grava djúpari, og vita meiri.

Tá eg vitjaði Manchester City Art Gallery og hugdi at myndini, The Shadow of Death (1873), hevði eg eina tílíka uppliving. Málningurin er av Jesusi sum ungur, har hann stendur við sagina í arbeiðsskúrinum hjá pápa sínum. Fyri at taka ein lítlan arbeiðssteðg, breiðir hann armarnar út, og sólin sendir geislar sínar inn á ein sovorðnan hátt at skuggin av Jesusi fellur beint á amboðsbrettið, ið hongur á vegginum aftan fyri. Maria, sum liggur á knøunum á gólvinum, hyggur upp og sær skuggan. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvat hon hugsar, tí skuggin á vegginum ger eina mynd av Jesusi, negldur á ein kross.

Men hvør er boðskapurin aftan fyri myndina? Hugsa tankan um Gud sum listamannin og skaparan av øllum tí skapta. Og hugsa so um, at hann kallaði listaverk sítt sera gott. Men síggj nú fyri tær, at í miðdeplinum av listaverki sínum, málar hann ikki bert son sín inn í myndina av einum falnum og syndafullum heimi, men at miðdepilin og hæddarpunktið av listaverkinum er ein ótespiligur og blóðigur krossur! Hvat er sera gott við tí?

Krossfesting var tann ræðuligasti deyðin, nakar kundi fáa. Hæddarpunktið í listaverki Guds, var ein hending við vamligisligari niðurgering og ræðuleika – krossurin, har Jesus varð krossfestur fyri synd heimsins, og menniskjaliga sæð, var einki vakurt við tí. Krossfestingin var ein ræðulig og andstyggilig sjón, har eitt sundursorað likam hekk bløðandi á einum krossi. Hví gjørdi Gud, sum lýsir í dýrd og vakurleika, nakað so ræðuligt og vamlisliga ljótt, og síðani at fáa okkum, menniskju, at leita hagar eftir frelsu okkara? Krossurin skríggjar beint ímóti øllum, sum vit seta í samband við guddómligan vakurleika og kærleika.

Hví kalla vit hetta sera gott, vakurt og undurfult? Tí boðskapurin aftan fyri myndina er, at Gud brúkti nakað ljótt fyri at gera tað vakra møguligt, nakað ringt fyri at gera tað góða møguligt nevnliga, at vegurin til frelsu fyri menniskju var gjøgnum krossin. Hesin blóðugi krossurin við tí sundursoraða Frelsaranum, er staðið, har vit kunnu leita okkum lívd. Har finna vit hann, sum tók stað okkara, hann, sum bar pínu og skomm okkara, og hann, sum tók straff okkara á seg. Luther segði at vit ganga við naglunum í lummunum, sum krossfestu Jesus, tí ikki fyrr enn vit síggja okkum sjálvi sum sek í deyða hansara, kunnu vit kenna frelsandi náði hansara.

Vit eru sanniliga í einum meistaralistaverki, tá ið ræðuleikin, sum oyðir Shalomfriðin eisini er inngongdin inn í endurloysingarsæluna. Um tað so er synd okkara ella syndin hjá øðrum, so brúkar Gud veruleikan um synd til at skapa atgongdina til endurloysandi dýrd sína.

Hyggur tú aftur at málninginum og leitar frá skugganum á vegginum og aftur á Jesus, so sært tú aftur ein nýggjan Jesus – ein upprisnan Jesus! Útrættu hendurnar ímynda ikki longur møðina av arbeiðinum, men sigursrópið av at hava sigrað á deyðanum. Á páskum minnast vit ikki bert deyða Jesusar, men vit gleðast eisini um uppreisn hansara. Tí nøkur av fyrstu orðum Jesusar eftir uppreisnuna vóru: “Maria...”, “Friður veri við tykkum...”, og “Óttist ikki...” Uppreistrarvónin er, at Jesus kallar teg við navni, lýsir frið sín yvir teg og bjóðar tær at koma nær.

Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page