So tak tá mínar hendur
Vakri sangurin, So tak tá mínar hendur, sum Julie V. Hausmann yrkti og Jákup Dahl so meistarliga týddi til føroyskt, varð einaferð sungin við eina jarðarferð, eg var til. Meðan eg sang sangin, hugdi eg at egnu hondum mínum og grunaði yvir, hvussu tað hevði verið um ein filmur varð gjørdur um lív mítt grundaður á hendur mínar – tað, eg nýti tær til? Filmurin hevði óivað byrjað við hondini hjá nýfødda barninum, ið heldur um fingurin hjá mammuni meðan tað drekkur fyrstu soparnar