top of page

Valentine


Reyðar hjartaformaðar sjokulátaeskjur, angandi blómur og marglitt kort teljast millum tey, ið standa fremst á handilshyllunum kring landið í hesum døgum. Ymiskt er, hvat fólk halda um Valentinesdagin. Summi vilja vera við, at tað er tað reina oysl, og onnur meta hetta vera eitt gott høvi at vísa konu síni, at hon er serstøk. Men hvar hevur Valentinesdagurin uppruna sín?

Ymiskt er, hvønn fólk halda Valentine vera, men hildið verður, at hann livdi í 3. øld e.Kr.. Talan er um ein mann, ið æt Santa Valentine av Terni, føddur í Italia ár 226 og tikin av døgum tann 14. februar ár 269/70 í Róm.

Rómverski keisarin, Claudius II, var ein miskunnarleysur einaræðisharri, sum hevði sett sær fyri at økja um rómverska herin, tí trýstið á rómverska ríkið gjørdist alsamt stórri. Hann setti í gildi eina lóg, sum bannaði hermonnum at gifta ella trúlova seg. Endamálið var, at orsøkirnar hjá hermonnonum til at tráða eftir at koma heim, skuldu skerjast/avmarkast mest møguligt, so tankarnir ikki vóru aðrastaðni enn á ábyrgdini sum hermaður - kona og børn, vóru mett sum hóttan ímóti hesi tilgongd.

Tá ið lógin var komin í gildi, stóð Valentine á odda fyri at mótmæla hesi skilaleysu lóg. Hann gjørdi alt fyri at verja frælsið hjá hvørjum einstøkum hermanni, og stóð við orð síni, at ein og hvør skuldi hava møguleikan at velja, um ein vildi trúlovast, giftast ella ikki. Santa Valentine helt á at víga pør í kirkju síni og vildi ikki at lurta eftir boðunum hjá Claudiusi. At enda var Claudius so argur inn á Valentine at hann gav boð, um at drepa hann. Hann var tikin, bukaður við gassum við naglum í og at enda hálshøgdur. Valentine leið martyrdeyðan fyri sannføring sína um, at ein og hvør skuldi hava fyritreyturnar til saluna og friðin, sum hjúnabandið kann rúma.

Søgnin sigur, at tá ið Valentini sat í fangahúsi og bíðaði eftir dómi sínum, skrivaði hann eitt bræv til dóttir fangavaktarans, sum hann var komin at kenna í fangahúsinum. Hann endaði brævið við hesum orðunum: “Frá tínum Valentine.”

Eftir deyða sín, fekk Valentine heitið “halgimenni” fyri dirvið at standa upp fyri hjúnabandið og rættin hjá hermonnum til at trúlovast, giftast og at fáa egna familju. Og ár 496 gjørdi Gelasius pávi deyðadag Valentines heilagan. Men lítið vitsti Valentine, hvørja alheimsávirkan bardagi hansara fyri hjúnabandinum fór at hava.

Valentinesdagurin, sum vit kenna hann í dag við blómum, kortum og sjokulátu er tó langt frá tí, sum dagurin upprunaliga stavar frá. Tað er lætt at fara til handils og keypa vøkru valentinespakkarnar og síðani skriva eitt kort, ið endar við orðunum, “Tín Valentine.” Nakað annað er at sita í fangahúsi og hava fingið deyðadóm fyri at berjast fyri hjúnabandið, og síðani at skriva, “Tín Valantine”. Santa Valentine minnir okkum á, at miðdepilin í kærleikanum er kostnaðarmikil, uppoffrandi og gevandi – ja, sjálvt nakað, sum vit eru til reiðar at lata lív fyri.

C.S. Lewis segði: “At elska er at vága. At elska kostar mær nakað. Elska og hjarta mítt fer sanniliga at kenna vónbrot. Ja, tað verður kanska enntá sundurbrotið. Um eg vil vera vísur í, at hjartað ikki skal særast, so skal eg halda tað fyri meg sjálvan. Læsa tað inni á einum tryggum stað, har eingin kann koma tí nær. Men á hesum stað, har alt tykist trygt, fer hjartað kortini at broytast. Tað verður kanska ikki brotið, men at enda verður tað óbrótiligt, óbroytiligt og óatkomandi.”

Hetta var júst tað, ið Claudius ynskti, men eitt par, sum livir upp til tað, sum Santa Valentine gjørdi fer at kveikja og varðveita kærleikan. Tey skilja, at tað er møguligt at geva uttan at elska, men tey vita, at ein kann ikki elska uttan at geva. Tí vilja tey elska. Tey vilja geva. Tey vilja luta. Tey vilja fyrigeva. Tey vilja fata. Tey vilja vera tolin. Tey vilja læra. Tey vilja seta seg inn í umstøðurnar hjá hinum. Tey vilja vera kærleikanum trúgv. Og tey vilja vera trúføst til deyðan.

Var Valentine spurdur um Valentinesdagin í dag, hevði hann óiva svarað: Sannur kærleiki er at maðurin kemur niður av høga hesti sínum, vísir eyðmýkni og boyggir seg niður at elska og æra konu sína – og vera tilreiðar at lata lív fyri, at kærleikin skal vera fríur/frælsur at móttaka og geva.

Og hvør veit, um hann ikki hevði fingið sær eina sjokulátu í munnin, hevði luktað góða angan av rósunum og kvøtt okkum við eini heilsu, ið var undirritað: “Tín Valentine!”?

Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page