Valentine
Reyðar hjartaformaðar sjokulátaeskjur, angandi blómur og marglitt kort teljast millum tey, ið standa fremst á handilshyllunum kring landið í hesum døgum. Ymiskt er, hvat fólk halda um Valentinesdagin. Summi vilja vera við, at tað er tað reina oysl, og onnur meta hetta vera eitt gott høvi at vísa konu síni, at hon er serstøk. Men hvar hevur Valentinesdagurin uppruna sín? Ymiskt er, hvønn fólk halda Valentine vera, men hildið verður, at hann livdi í 3. øld e.Kr.. Talan er um ei