Jesus vísti kvinnum heiður

Í samband við altjóða kvinnudagin, vil eg gera mítt til, at bíbilski boðskapurin um kvinnuna í samfelagnum og samkomuni skal verða hoyrdur.

 

Kristindómurin boðaði ein boðskap, sum gav nýggja hugsan um kvinnuna í rómverk-jødiska heiminum og samfelagnum. Sanniliga var tað ein nýggjur og annaleiðis vegur – ein nýggj leið. Tað, sum Jesus og alt Nýggja Testamenti opinberaði um kvinnuna var revulusjunerandi! Kvinnan varð lyft upp á tað støði hon hoyrdi heima frá fyrstan tíð – at vera javnlíki mannsins, skapt í bílati Guds (1. Mós. 2:18-20).

 

Ein kvinna var lyft upp frá tí at vera roknað fyri hálvt djór, træl og ogn, til at vera á jøvnum støði við mann sín, ein hjálpari, ein lívsfelagi, og ein, sum kundi njóta náði lívsins á sama hátt sum maðurin. Hesin sami boðskapur má og eigur at ljóða í heimum, samfelag og samkomum okkara enn í dag!

 

Í taluni omanfyri tali eg um henda lívgevandi boðskap fyri kvinnuna og áminnandi boðskap fyri menn at hugsa um. Talan er talað í Lívdini í 2006.

 

Góðan altjóða kvinnudag!

 

 

 

 

 

 

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved