top of page

Frískum tørvar ikki lækna


Brot úr nýggjari bók hjá Jógvan Zachariassen um myndamál Jesusar, sum kemur út í apríl/mai.

 

Tá svaraði Jesus teimum: "Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar, til umvendingar." (Lukas 5:31-32)

Tørvar tær læknahjálp?

Hugsa tær, um eingi sjúkrahús vóru til tey sjúku, eingin tannlækni til fólk við tannapínu, eingin sálarlækni til tey sálarsjúku, eingin kiropraktor til tey við ryggpínu og eingin fyrstahjálp til tey neyðstøddu? Tað hevði staðið illa til í Føroyum, og nógv høvdu doyð. Men hugsa tær so, at fleiri søgdu: "Hví skulu vit hava sjúkrahús, tannlæknar, sálarlæknar, kiropraktorar ella fyrstuhjálp? Vit hava ikki brúk fyri tí. Vit hava tað gott, sum er!" Hvat hevði tú svarað teimum?


Hetta var tað, sum fariseararnir søgdu við Jesus í Lukas 5:31-32. "Hví etur tú við tollarum og syndarum?" Tá svaraði Jesus: "Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum." Jesus kom at frelsa tey, sum eru andaliga sjúk, og geva teimum andaligt og ævigt lív. Andaliga sjúk menniskju eru tey, sum skilja, at tey eru syndarar og hava brúk fyri syndafyrigeving. Men fariseararnir hildu seg ikki hava brúk fyri syndafyrigeving. Teir hildu, at bara tollarar og syndarar hava brúk fyri tí.


Jesus sigur teimum, at hann fær ikki hjálpt teimum so leingi, sum teir ikki halda seg hava brúk fyri hjálp. Men øllum teimum, sum síggja sína synd og rópa um hjálp, er hann komin at hjálpa, grøða og frelsa.


Hvussu við tær? Tørvar tær læknahjálp?

Vert at vita

  • Les frá 27. versi fyri at síggja samanhangin. Tænasta Jesusar var fyri øll, og hendur hansara rukku út til øll sløg av menniskjum. Tá ið vit lesa í Lukasi 4:31-5:32, síggja vit, hvussu tað samsvarar við søgugongdina, sum Lukas vísir á: Tey, sum vóru sett av illum andum, vórðu loyst, tey sjúku grødd, fiskimenn fingu gørnini full av fiski og fingu síðani í boði at gerast menniskjafiskimenn; tey spitølsku vórðu reinsað, tey lamnu reistust, tollarar vórðu kallaðir og syndarir bodnir við. Men tað, sum vit síggja frá religiøsu leiðarunum og farisearunum, er, at teir vóru hatursfullir og øvundsjúkir inn á tænastu Jesusar. Og sum øll evangeliini vísa á, helt Jesus á at gera tað sama, sum hann kom at gera, og religiøsu leiðararnir hildu fram í síni roynd at steðga Jesusi - líka til tað eydnaðist teimum at negla hann á ein kross. Men tá ið samanum kom, var uppreisnarkraftin sterkari enn nakað annað. Endamál Jesusar at kalla menniskju til umvending (5:32) varð ikki steðgað av nøkrum menniskjum, maktum ella valdum.

  • Tá ið Gud tosar um "syndarar", hugsar hann um menniskju, sum eru eyðmjúk og ærlig og síggja, at teimum tørvar Gud (Sálmur 25:7-8).

  • Tollarar vóru jødar, sum kravdu skatt frá sínum egnu landsmonnum at gjalda rómverjum. Teir vóru roknaðir sum landasvíkjarar og vóru hataðir av jødunum. Tá ið Jesus bjóðaði Levi at fylgja sær, gav Jesus honum møguleikan at gerast partur aftur av jødiska samfelagnum. Tað var ein av grundunum til, at hann fór so skjótt frá øllum (vers 28).

  • Fyri Levi var tað ein æra at vera boðin at fylgjast við einum rabbi - lærara. Og í eini ærumentan var tað rætt at vísa takksemi við at gera stóra veitslu heima í sínum egna húsi.

  • Ein góð samanbering er hendingin í Lukasi 18:11-14, tá ið farisearin og tollarin fóru niðan í templið at biðja.


At hugsa um

  1. Hvussu hevur tú viðhvørt hug at døma onnur fyri, hvørjum tey fylgjast við?

  2. Á hvønn hátt sært tú tína andaliga sjúku? Og hvussu gevur tú Jesusi loyvi at vera tín lækni?

  3. Hvørjar tollarar og syndarar skuldi tú brúkt eitt sindur meiri tíð saman við?

  4. Er nakað annað, tú lærdi frá hesum líknilsinum?

Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page