top of page

So ymisk og tó...


Onkur heldur, at minni munur er á manni og kvinnu. Men sannleikin er tann, at kvinnur og menn eru sera ymisk. Ein stór orsøk til trupulleikar og avbjóðingar í parlagnum er, at maður og kvinna kenna ikki grundleggjandi tørvirnar hjá hvørt øðrum.

Tóku vit okkum av tørvinum hvørt hjá øðrum, eri eg vísur í, at tað høvdu verið nógv færri brotin parløg og særdar familjur. Hesin tørvur er hvørki gátuførur ella torskildur, men verður onki gjørt við hann, verður hann ein hóttan móti parlagnum og kann verða orsøk til stóra sorg.

Sálarlæknin Dr. Willard Harley hevur skrivað eina hugtakandi bók, sum eitur: "His needs/Her needs." Bókin er um ótrúskap í parlagnum og um, hvussu tað slepst undan ótrúskapi. Í meira enn tjúgu ár var hann parráðgevi, og hann hitti mong, sum høvdu verið ótrúgv. Hesi árini fekk hann eisini fleiri enn tjúgutúsund spurnarbløð aftur frá fólki, sum svaraðu spurningum um kynsog kenslulív.

Úrslitið frá kanningunum vísti á týdningin at skilja ymisku aðaltørvirnar hjá kvinnum og monnum:

FIMM AÐALTØRVIR HJÁ KVINNUNI

1. Kærleiki

2. Inniligt samskifti

3. Falsloysi og opinleiki

4. Fíggjarligur tryggleiki

5. At maðurin ger sína skyldu mótvegis familjuni

FIMM AÐALTØRVIR HJÁ MANNINUM

1. Kynslig nøktan

2. Gott samfelag í frítíðini

3. Eina konu, sum sær væl út - ikki líkasal um sína útsjónd

4. Stuðul heima – virðing

5. At konan er hugtikin av honum

Brot úr bókini "At elska og liva" - s. 24-25

Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page