Hvat eru vit kend fyri?
1¼ litur av flógvum vatni, 1 súpiskeið av grovum salti, 1 kilo av rugmjøli og á leið 1 kilo av hveitimjøli, og tú hevur eitt gott føroyskt rugbreyð. Næstan! Súrdeiggið manglar! Tað, sum fær breyðið at ganga og gevur tí serstaka og góða smakkin.
"Vit eiga ikki at vera kend fyri tað, sum vit eru ímóti, men fyri tað, sum er samfelagi og borgarum at gagni"
Í líknilsinum um súrdeiggið í Matt. 13:33 sigur Jesus, at ríki Guds er sum súrdeiggj, ið ger breyðið passaliga tjúkt og gevur tí góðan smakk. Tú kundi sagt, at ein samkoma ella kirkja er ein bygningur, ein bólkur av fólki, góður sálmasangur og gevandi prædikur. Næstan. Súrdeiggið manglar! Tað at hava mennandi ávirkan og at gera haldgóðan mun í samfelagnum, sum vit liva í.
Samkomur og kirkjur eiga heldur at vera virknir viðspælarar í samfelagnum enn óvirknir áskoðarar og heldur at vera fúsir uppihaldarar enn ónøgdir forbrúkarar. Vit eiga heldur at vera uppsøkjandi enn fráverandi, umfevnandi enn frástoytandi og lívgandi heldur enn niðurbrótandi. Vit eiga ikki at vera kend fyri tað, sum vit eru ímóti, men fyri tað, sum er samfelagi og borgarum at gagni. Vit eiga at tala ímóti mannamuni og berjast fyri javnrætti og javnvág millum øll. Vit skulu tora at hava eina profetiska rødd uttan at nýta bíbliuna sum hamara til at sláa fólk í høvdið við, men heldur sum umbinding, ið ger fólk heil.
Hetta eru lutirnir, ið gera samkomur og kirkjur munagóðar súrdeiggið, ið ger rugbreyð føroyskt!
Brot úr bókini "Gjøgnum nálareygað" s. 68-69