Kristihimmalfarðardagur og burturvilsti sonurin

 

Kristihimmalferðardag minnast vit, at Himmalsins sonur – Jesus Kristus – fór heim aftur til Faðirin í Himli. Í kenda málninginum hjá Rembrant av Burturvilsta soninum, liggur hesin boðskapurin loyndur.

 

Burturvilsti sonurin fór avstað til land langt burtur, og á sama hátt fór Himmalsins Sonur avstað til land langt burtur. Men munurin var tó stórur:

Burtvilsti sonurin spilti burtur alla ogn sína í ringum lívi og endaði í slíkari neyð, at hann hungraði at eta seg mettan av matinum, sum svínini ótu. Men hann gekk í seg sjálvan, vendi við og helt leið sína heim aftur til faðirin, sum tók ímóti honum við opnum ørmum og stórari gleði.

 

Himmalsins sonur kom fyri at bjarga slíkum sum honum. Hann kom til jarðar, livdi fyri at signa og troysta, og hann doyði fyri at geva burturvilstum syndarum lív og vón. Og tá Hann hevði útynnt krossins verk, fór Hann aftur til Faðir sín, sum gleddist um eina fullgjørda og fullkomna ferð.

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved