top of page

Lofta!


 

Granskarar gjørdu eina kanning, har nøkur fólk skuldu standa í einum ringi og kasta ein bólt ímillum teirra. Kanningin hevði hesa treyt: Ein av luttakarunum – uttan at hon visti um hetta – skuldi ongantíð fáa bóltin! Hugsa tær, um tú vart í hennara støðu: Spælið byrjar, bólturin verður blakaður aftur og fram, leikararnir hugna sær, látur hoyrist, og tú bíðar, til tú fært bóltin. Men hann verður ikki kastaður til tín. Tú bíðar tolin. Tú flennir við hinum og hintar at fáa tey at spæla bóltin til tín eisini. Brosið á andlitinum verður meira álvarsamt, men enn hevur tú vón um, at bólturin kemur til tín. Men hann kemur ikki... Nei, hetta spælið er ikki fyri teg. Tú letur sum um hugurin at luttaka, er farin og fert úr spælinum – og stendur fyri teg sjálvan.


Kanningin snýr seg ikki um bóltspæl. Kanningin er um kensluna av EINSEMI. Úrslitini vístu greitt, at útlitini hjá útihýsta persóninum til tunglyndi, meiningsloysi og vónloysi, vaksa margfalt í kensluni av einsemi. Kanningin peikar á ein grundleggjandi manglandi menniskjansligan tørv – felagsskap! Hugsa tær nú, at hetta ikki longur er ein kanning, men lívsins veruleiki. Í staðin fyri at bíða eftir, at bólturin verður kastaður til tín, so bíðar tú eftir, at onkur ringir, at onkur vitjar ella at onkur nevnir teg við navni. Tú dugir illa at seta orð á tað sjálvur, men tær leingist eftir samfelagi, samveru og felagsskapi við onnur. Tú hungrar eftir at verða hoyrdur og sæddur. Men eingin ringir. Eingin vitjar. Eingin spyr, hvussu gongur. Eingin nevnir teg við navni. Tú ert einsamallur. Og sjálvt um tú kanst vera saman við fleiri fólkum, so ert tú einsamur. Sannleikin er tann, at tað eru fleiri hundrað sum tú í Føroyum og milliónir kring knøttin. Tú ert ikki einsamallur um at vera einsamur. Men tað ger ikki teg minni einsaman.


Einsemi er ein samfelagslig farsótt. Kanningar í grannalondum vísa, hvussu einsemi eyðkennir allar aldursbólkar. Í Onglandi vísa kanningar hjá Center for Social Justice, at 800.000 íbúgvar eru greinaðir við sjúkuni, “varandi einsemi.” 17% av gomlum hava samband við familju og vinir gjøgnum vikuna, og 11% einaferð um mánaðin. Men restin hevur einki samband við nakran. Tey eru gloymd. Ung og miðalaldraði einsom fólk eru 30% meira útsett fyri at doyggja ov tíðliga. Børn hjá fráskildum foreldrum eru einsamari, strongdari og óttafullari enn onnur børn. Størsta deyðsorðsøk hjá monnum millum 25 og 55 er sjálvmorð – og orðsøkin er grundleggjandi einsemi. Tætt samband er millum einsemi og fátækradømi: at hava tveir ella fleiri góðar vinir, minkar um vandan fyri fátækradømi við 20%. Kenslan av at kenna seg uttanfyri, útihýstan ella gloymdan, hevur álvarsamar likamligar og sálarligar avleiðingar og er deyðsorðsøkin hjá mongum teirra. Kanningarnar vísa eisini, at eins nógv doyggja av einsemi sum tey, ið doyggja av royking ella ovurfita.


Avleiðingarnar av einsemi eru umfatandi – bæði persónliga og samfelagsliga – og tað rakar okkum øll. Hetta er okkara egna ábyrgd, tí tað eru vit, sum mynda mentan okkara. Vit hava umskapt menniskju at “klára seg sjálv”, at vera sjálvstýrandi, vard frá og óheft at nørkrum øðrum, og fræls at meta um og søkja egna autentiskalívsleið. Vit hava útihýst nakrari innrás av tí andaliga ella yvirnáttúrliga til tess at skapa ta tilveru, sum okkum líkar. Men tað, sum vit ikki vistu var, hvussu dyggiliga vit stongdu okkum sjálvi inni. Tillukku, framkomna menniskja! Vit settu okkum sjálv frí við at slíta øll trælabond, og avleiðingin varð at vit sita innilæst í egnum fangahúsi. Vit hildu okkum vera okkara egnu frælsishetjur, men tað endaði við, at vit blivu okkara egnu fangavørðar.

 

Vit hildu okkum vera okkara egnu frælsishetjur, men tað endaði við, at vit blivu okkara egnu fangavørðar

 

Men tað er ikki úti við okkum. Enn er vón. Men viteiga ábyrgdina. Vit kunnu enn venda okkum frá individualismu til felagsskap, frá sjálvsøkni til samfelag, frá sjálvnøgdsemi til samstarv, frá sjálvsprofilering til at heiðra onnur – frá at liva í fangahúsi til at liva í landi teirra frælsu. Tað ber enn til at skapa eitt samfelag har børn og gomul hittast, har lesandi og gomul liva saman, har foreldur spæla við børn síni, har arbeiðspláss menna trivnað, har ítróttarfeløg ikki bert kappast, har samkomur og kirkjur síggja menniskju sum menniskju og ikki bert sum ein fong at frelsa, og har vit ikki leita inni í okkum sjálvum, men síggja, at vit eru partur av nøkrum, sum er stórri enn vit.


Nøkur av antonymunum til orðið, einsemi, eru orðini luttøka og samvera. Hóast hesi fevna nakað av tí mótsatta til einsemi, so fevna tey ikki heilt. Tí vit kunnu luttaka og tó kenna okkum einsom, eins og vit kunnu vera saman við øðrum og kanska kenna okkum meiri einsom enn nakrantíð. Men vit vita, at um vit skulu lýsa tað øvugta av orðinum, snýr tað seg um nakað, vit ikki vilja missa, eitthvørt, vit ynskja at vera partur av og sum vit ynskja at bjóða øðrum við inní. Tað er orðið, vit kundu nýtt, tá vit bjóða øðrum við inn í leikin, kasta bóltin og siga: “Lofta!”

Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page