top of page

SHAVOUT


 

Vit koma ongantíð av sonnum at kenna slagkraftina av tí mesta, sum verður sagt í Nýggja Testamenti uttan at vit hava eitt grundleggjandi innlit í Gamla Testamenti. Hvítisunnan hevur uppruna sín í Gamla Testamenti og hevur stóran týdning fyri jødarnar. SHAVOUT endar páskahøgtíðina og endar soleiðis eina viku av vikum (7 X 7 vikur = 49 dagar) – og á 50tjúgunda degi verður hetta hátíðarhildið (5 Mós. 16:9-11).

Hetta er ein dagur har tjóðin kemur saman at takka Gudi fyri allar tær signingar – andaligar og tímiligar – sum Gud, ættarlið eftir ættarlið, hevur signað tey við. Tey minnast í takksemi, at Gud gav teimum lógina (Tora), og grundaði tjóðina. SHAVOUT er ein høgtíð, har ØLL eru boðin við og ØLL kunnu njóta ávøkstin og signingarnar hjá hvørjum øðrum – ØLL hava sítt við til máltíðina fyri onnur at njóta av.

 

“ØLL eru boðin við og ØLL luttaka"

 

Á páskum doyði Jesus á krossinum sum fullkomna "páskalamb” Guds, og páskamorgum reis hann upp aftur frá hinum deyðu. 50 dagar seinni, valdi Gud at taka bústað sín í menniskjum, við tað at Heilagi Andin kom yvir tey fyrstu kristnu (Áp. 2).

Hvítisunnan er tí ein høgtíð, har samkoma/kirkja Jesusar, kemur saman at takka Gudi fyri allar tær signingar – andaligar og tímiligar – sum Gud, ættarlið eftir ættarlið, hevur signað okkum við. Vit minnast við takksemi, at Gud gav okkum Heilaga Andan, og grundaði samkomu/kirkju sína – eitt fólk frá øllum tjóðum og tungumálum. Hvítisunnan er ein høgtíð, har ØLL eru boðin við og ØLL kundu njóta ávøkstin og signingarnar, sum Gud gevur einum og hvørjum, fyri onnur at njóta av.

Recent Posts
Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle
bottom of page