Luther fekk nokk fyri 500 árum síðani

July 25, 2017

 

Vit siga tað kanska ikki altíð við orðum, men í okkara meiningum, hugburði, eygnabrái, viðmerkingum og verumáta, siga vit mangan tað sama sum jødarnir í Galatia: “Tað var gott, at Jesus doyði á krossinum, men vit mugu eisini minnast til at…” Og so kemur ‘to-do’ listin. Luther segði “Nú kann tað vera nokk!” Kanska er stundin komin, at vit siga tað sama.

 

Fyri 500 árum síðani var Martin Luther deyðatroyttur av lóglæruni, átrúnaðarligu siðvenjuni og politiska mutrinum, sum eyðkendi kristindómin á hansara døgum. Tann 31. oktober í 1517 segði Luther: “Nú kann tað vera nokk!” Síðani fór hann við hamara, naglum og pappíri í hond upp trappurnar til dómkirkjuna í Wittenberg og negldi tær 95 tesurnar á kirkjuhurðina. Við hesum bjóðaði hann páva og prestum at kjakast um 95 brennandi spurningar viðvíkjandi læruni og lívinum í kirkjuni. Aðalspurningurin í trúbótini var, hvørt ein verður rættvísgjørdur við trúgv ella verkum.

 

Trúbótin var fyrst og fremst ein longsul hjá Luther at koma aftur til upprunaliga og sanna evangeliið. Og tá ið Luther kom, byrjaði ein tilgongd, har rættað varð upp á alt tað skeiva og óreina, sum við tíðarinnar tonn var komið inn. Trúbótin var ein undurfull endurreisn av øllum tí, sum Gud longu hevði gjørt fyri fólk Sítt, og var ein glotti við vón um, hvat Gud fór at gera fyri sítt fólk framyvir.

 

Er kristindómurin á okkara døgum blivin ein forðing fyri, at menniskju ynskja at kenna Jesus Kristus? Er tíðin komin at siga: “Nú kann tað vera nokk!” Longsul okkara má vera at koma aftur til upprunaliga og sanna evangeliið: At kunngera fátækum evangeliið, at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí, at kunngera náðiár Harrans fyri øllum menniskjum.

 

RÆTTVÍSGERING AV VERKUM ELLA VIÐ TRÚGV

 

Galatiabrævið kann kallast stóra trúbótin á Paulusar døgum. Jødarnir høvdu tá bestu átrúnaðarligu skipanina. Teir trúgvandi jødarnir í Jerúsalem og Antiokia vildu hava heidningarnar, ið komu til trúgv á Jesus, at koma undir hesa skipan. Tað var gott at trúgva á Jesus, men fyri at verða rættvísgjørdur fyri Gudi skuldi hart arbeiði og góð verk fremjast aftrat.

 

Men Paulus staðfesti enn einaferð, at allar royndirnar, sum jødarnir høvdu gjørt í so mong ættarlið, høvdu ikki ført teir nærri Gudi. Teir kendu ikki Guds rættvísi og vildu ikki boyggja seg undir náði Guds, tá ið teir royndu at fáa í lag sína egnu rættvísi. Teir trúgvandi heidningarnir í Antiokia ásannaðu andaliga hjálparloysið, og tí høvdu teir vent sær til Jesus.

 

Hvat er rættvísgering? Rættvísgering er Guds verk. Tað er ein broyting í støðu syndarans fyri Gudi – frá at vera fordømdur til at verða fríkendur. Frá at vera bundin til at verða loystur frá trældómi syndarinnar. Frá at vera fortaptur til at verða roknaður heilagur. Frá at vera sekur til at verða fyrigivin. Rættvísgering er gávan, sum Gud gevur einum, ið trýr á Jesus Kristus og ikki roynir at leggja egin verk aftrat.

 

Kristus flutti mína synd frá mær yvir á Seg og rættvísi Sína frá Sær yvir á meg. Hann tók tað, sum var á míni rokning og setti tað á Sína rokning – og rindaði hana á krossinum! Úrslitið av rættvísgering er friður við Gud, frælsi í Kristusi og við kraft Heilaga Andans at liva í kærleika, náði og nøgdsemi.

 

ALT BROYTTIST HJÁ LUTHER

 

Í 1515 kom Luther inn í eitt livandi samfelag við Jesus Kristus og kom at kenna fyrigeving Guds til fulnar. Luther stríddist nógv við bíbilsku ávísingarnar um “rættvísi Guds”, tí hugsan hansara um tað var, at Gud ein dag skal døma øll menniskju rættvíst. Men Luther fekk eisini eyguni á bíbilsku ávísingarnar um “trúgv,” at hin rættvísi skal liva av trúgv. Hann fekk hetta ikki at hanga saman. Inntil ljósið knappliga rann upp fyri Luther – og alt broyttist!

 

Luther skrivar sjálvur um upplivingina: “Eg føldi, at eg var føddur av nýggjum, og portur Himmalsins opnaðust fyri mær. Øll skriftin opnaðist og fekk nýggjan týdning fyri meg. Frá hesi stund kom sannleikin um “rættvísi Guds” ikki at fylla meg við ótta og hatri móti Gudi, men bleiv harafturímóti ein ósigandi og søtur sannleiki fyri mær og fylti meg við kærleika, friði og gleði.”

 

Frá nú av skilti Luther, at “rættvísi Guds” ikki var dómur Guds yvir menniskju, ella ein rættvísi, sum menniskjað sjálvt skuldi arbeiða fyri. Nei, Luther fekk eyguni upp fyri, at “rættvísi Guds” er ein frí gáva, sum Gud bjóðar menniskjum at taka ímóti við trúgv á Jesus Kristus.

 

ER KRISTUS NOKK?

 

Vit halda tað vera ræðuligt, at heidningar skuldu blíva jødar, áðrenn teir kundu verða rættvísgjørdir. Men er sami vandin ikki til staðar hjá okkum í dag? Vit siga tað kanska ikki altíð við orðum, men í okkara meiningum, hugburði, eygnabrái, viðmerkingum og verumáta, siga vit mangan tað sama: “Tað var gott, at Jesus doyði á krossinum, men vit mugu eisini minnast til at…” Síðani kemur ein langur listi við tingum, sum vit skulu gera og ikki gera. Og soleiðis styggja vit fólk burtur frá Kristusi við okkara lógar­ og listakristindómi!

 

Spurningurin, sum Paulus spyr og svarar í Galatiabrævinum, kemur aftur til sjóndar her: Skalt tú stríðast við at gera góð verk fyri at verða rættvísgjørdur, ella hvílir tú í fullkomna verki Kristusar á krossinum? Her eru bara tveir møguleikar: Antin skulu menniskju sannføra Gud við góðum verkum um, at tey hava uppiborið rættvísgering. Ella skulu menniskju hvíla í tí náði, sum Gud gevur teimum, ið trúgva á Kristus. Paulus sigur, at tað bert er hetta seinna, ið er galdandi. Ein, sum skal verða rættvísgjørdur fyri Gudi, skal trúgva á Jesus – og als einki annað.

 

Á einum torgi í Wittenberg í Týsklandi stendur ein vøkur standmynd av Martin Luther. Høgd inn í steinin lýsa orðini tað, sum Luther brendi fyri í stóru trúbótini: “Um hetta er verk Guds, fer tað at hava framgongd. Er tað ikki, fer tað at steðga.”

 

Soleiðis bleiv Luther oddamaðurin fyri at endurreisa bíbilska boðskapin um, at kvinnur og menn kunnu verða rættvísgjørd av Gudi. Og hetta er møguligt av náði eina, við trúgv eina og gjøgnum Kristus eina.

 

Orðini á standmyndini av Luther stóðu sína roynd og tala enn í dag. Hvat mundi Luther hava sagt við okkum í dag - 500 ár seinni?

 

Loys teg frá lóglæru við at lata sannleikan um Kristus seta teg frían.

Undirgev teg ongantíð menniskjaótta, men hav gudsótta.

Trúgv á Jesus Kristus, og hann skal geva tær lív í yvirflóð.

Halga teg til at kunngera fátækum, hjartabrotnum, fangum, blindum og kúgaðum evangeliið.

Evangeliið er vert at berjast fyri, tí tað er av sonnum gleðiboðskapur.

Rættvísgering er gáva Guds, uttan mun til hvør tú ert.

 

Brot úr bókini "Frælsi" s. 85-89

 

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved