So tak tá mínar hendur

Vakri sangurin, So tak tá mínar hendur, sum Julie V. Hausmann yrkti og Jákup Dahl so meistarliga týddi til føroyskt, varð einaferð sungin við eina jarðarferð, eg var til. Meðan eg sang sangin, hugdi eg at egnu hondum mínum og grunaði yvir, hvussu tað hevði verið um ein filmur varð gjørdur um lív mítt grundaður á hendur mínar – tað, eg nýti tær til?

 

Filmurin hevði óivað byrjað við hondini hjá nýfødda barninum, ið heldur um fingurin hjá mammuni meðan tað drekkur fyrstu soparnar av lívgevandi móðurmjólkini og hvussu tað við hini hondini leitar fyri at kenna tryggu og heitu nærveruna hjá mammuni. Seinni hevði filmurin víst hondina, ið nemur við høvdið og eyguni hjá pápanum og hálar í varrar og nøs hansara. Stutt eftir røkka somu hendurnar út eftir mati ella eini fløsku nærindis við lunkaðari mjólk, og sum nakað seinni skumpa lítla beiggja burtur, tí hann tekur leikurnar.

 

Okkum verður skjótt greitt at hendurnar verða nýttar til nógv annað enn bert at arbeiða við. Tær verða nýttar til at vísa kenslur og skapa felagsskap: Tær koyra frá sær og bjóða inn. Tær peika og halda um. Tær sláa og kína. Nakrar myndir hevði eg verið stoltur um: Tá eg tók í hondina á maka mínum og koyrdi ringin á hond hennara. Tá eg turkaði tárini av kinnunum á vini mínum, tá hon var sorgarbundin. Tá eg hjálpti børnunum við heimaarbeiðinum og eldru kvinnuni í urtagarðinum. Aðrar myndir, hevði eg verið keddur um: Tá eg við hondini fordømdi, heldur enn at vísa náði. Tá eg slóð frá mær heldur enn at kína, og peikaði fordømandi, heldur enn at røkka út í kærleika. Og tá eg lat armarnar aftur fyri eini gávu frá einum vini, heldur enn at lata tær upp og taka ímóti.

 

Síðani hevði filmurin latið upp fyri nýggjari leikmynd, har hendurnar verða nýttar til alskyns arbeiði og skapandi list. Hann hevði víst hendur, sum skriva, hendur, sum tekna, hendur, sum byggja, og hendur, sum velta, draga, skera, knoða, kryvja, fletta og so mangt annað. Hann hevði víst á tær mongu hendurnar, sum byggja land, menna handilsskap, skapa list, eggja hugflog og birta vón.

 

Men filmurin hevði eisini vent sær til aðrar hendur, tí sangurin leggur upp til, at tað eru aðrar hendur enn mínar. Hann hevði víst á hendur, sum eru stórri og rúmligari enn mínar – hendur skaparans. Tær eru máttmiklari enn mínar. Tær hava betur hegni enn mínar. Tær eru kærleiksfullari og náðiríkari enn mínar. Hendur, sum røkka nógv longri enn mítt vit og skil – mína fatan. Í brotinum um hendur skaparans, høvdu vit ikki sæð misnýtandi, sjálvsøknar ella fordømandi hendur. Vit høvdu sæð eina hending fyri og aðra eftir, har hesar kærleiksfullu hendur rukku út til ein mann í neyð, eina kvinnu í sorg, ein tannárðing í vónloysi ella eitt barn í angist. Vit høvdu sæð umbroytt lív, sum vórðu nomin av hond skaparans – børn, sum vóru borin til hansara, foreldur, sum komu fyri at finna troyst, sjúk, sum komu fyri at finna grøðing, hjartabrotin, sum komu at finna styrki til dagin og onnur, sum komu at søkja sær ráð. Hendur, sum fyrigóvu treytaleyst, góvu lív í yvirflóð og longdust eftir at vísa náði. Hvør einstakur teirra nomin av hond skaparans, og hvør einstakur umbroyttur av hond skaparans.

 

Men spurningurin, sum eg sat eftir við, tá ið sangurin var liðugur, var hesin: Tori eg at leggja hendur mínar í hansara og biðja hann leiða meg? Tori eg at yvigeva mín longsil eftir tamarhaldi til hann? Vil eg lata hann leiða meg, hagar hann vil, eisini til støð og umstøður, ið eg ikki hevði valt? Tori eg at líta á hann? Tori eg at trúgva, at hann fer at leiða meg væl?

 

So tak tá mínar hendur Og leið tú meg

So ferð at himni stendur Mín allan veg

Eg kann ei ganga eina Nei, einki stig

Har tú mær leið vil beina, Eg fylgi við

 

Kanska hevði filmurin endað við, at hendur skaparans rættu seg út móti mínum og bjóðaðu mær við? Og spurningurin, sum eg sat eftir við var: Tori eg veruliga av hjarta at meina tað, sum eg syngi?

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved