Pápar!

Nú pápadagur er, siti eg og hyggi at kenda málninginum av Rembrant, um tá ið burturvilsti sonurin kom heim aftur til faðir sín. Kanska er "Elskandi Faðirin" eitt betur heiti, tí í líknilsinum í Lukasi 15:11-32 sigur Jesus frá einum pápa, sum kendi sviðan og sorgina um tveir synir, sum bert hugsaðu um seg sjálvar, men hann læt tað ikki broyta sítt eyma hjartalag fyri teimum. 

 

Tað vísir seg mangan, at tey, sum hava svárar trongdir og sorgir í lívinum, men sum tó ikki lata beiskleika festa rót, eru meira rúmlig og eyðmjúk. Og kanska er júst hetta stórsta royndin hjá einum pápa, sum at enda ger hann til ein elskandi faðir.

 

Yngri sonurin dró skomm yvir pápan, tá ið hann kravdi arv sín og rýmdi heimanífrá. Syndin hjá tí yngra var, at hann helt seg kunna gera, sum honum lysti, uttan at hugsa um sorgina, ið hann voldi øðrum. Eldri sonurin voldi pápa sínum sorg, tá ið hann ikki vildi góðtaka, at yngri sonurin varð móttikin við opnum ørmum, tá ið hann kom aftur. Syndin hjá tí eldra var, at hann helt seg hava uppiborið meiri enn hin.

 

Men pápin var rúmligur og bjóðaði báðum inn í veitsluna. Báðir vórðu tiknir á bóli av náði pápans – annar sum óuppiborna og hin sum órættvísa. Annar mátti taka ímóti tí, sum hann ikki hevði uppiborið, og hin mátti taka ímóti tí, sum hann helst ikki vildi hava. Hetta vóru treytirnar fyri báðar.

 

Pápin fór út um øll mørk, og øll stóðu undrandi, tá ið hann tók sonin aftur sum sín egna son. Elskandi faðirin tordi at sleppa. Hann toldi svára pínu og sorg. Hann bíðaði tolin. Men hann endurreisti sonin og tordi at vísa sína gleði eins væl og sína sorg. Elskandi faðirin gjørdi ikki mannamun. Hann upplivdi sorgina um syndina hjá báðum synunum syndin hjá tí yngra var, at hann skikkaði sær so illa. Syndin hjá tí eldra var, at hann skikkaði sær so væl – og helt, hann hevði uppiborið meiri enn hin. Men pápin bjóðaði báðum inn.

 

Vit undrast á náði Guds, tí vit kenna, hvussu óuppiborin hon er. Vit gerast kløkk av náði Guds, tí hon fer so langt út um okkara mørk. Og vit gerast ørg inn á náði Guds, tí vit halda okkum hava uppiborið meiri enn onnur, sum skikka sær verri enn vit. Men treytin fyri at koma inn í veitslu Guds og uppliva gleði hansara í lívinum er, at vit boyggja okkum fyri náði hansara mótvegis okkum og øðrum.

 

Vit kunnu gerast sum faðirin – rættir pápar – men ikki fyrrenn vit hava upplivað at vera í skónum hjá yngra syninum og í kápuni hjá tí eldra.

 

Góðan pápadag!

 

Brot úr bókini, “Gjøgnum nálareygað” – Jógvan Zachariassen

 

Nakrir tankar um pápa mín í dag:

 

Fyrsti pápadagur uttan pápa. Pápi var mín størsta fyrimynd í lívinum. Og kærleiki hansara til mín hevur givið mær frið í hjartað, gleði í sálina og mót í mergin at liva lív mítt væl. Mær tørvaði ikki at stríðast at gera ymiskt í vónini um, at hann fór at elska meg meir. Mær tørvaði heldur ikki at óttast fyri, at hann fór at elska meg minni, um eg gavst at gera okkurt. Kærleiki hansara gjørdi meg heldur ikki líkasælan og ótakksaman, so at eg misbrúki kærleika hansara. Nei, tvørturímóti, kærleiki hansara eggjar meg at liva væl og rætt. Tað gevur mær ein djúpan longsul at fylgja fyridømi hansara í mínum kærleika til míni børn og míni kæru.

Ein av mínum størstu lívslærdómum hevur verið at ásanna, hvussu tann avmarkaði og tíðarbundni kærleikin frá pápa mínum avspeglar fullkomna, óavmarkaða, treytaleysa og æviga kærleika Guds. Tá ið eg fekk eyga á henda sannleika, byrjaði eg at síggja, hvussu kærleikin frá øðrum meir og meir opnar hjarta mítt fyri stóra kærleika Guds til mín. Longsulin er stórur og saknurin er djúpur.

 

My father did not just tell me how to live. He lived and let me watch him do it. It was not by instruction only, but example too!

Please reload

Recent Posts

April 23, 2019

February 20, 2019

February 6, 2019

June 29, 2018

June 15, 2018

June 5, 2018

May 20, 2018

May 18, 2018

Please reload

Follow
  • Facebook - Grey Circle
  • Twitter - Grey Circle
  • Google+ - Grey Circle
  • YouTube - Grey Circle
  • Pinterest - Grey Circle
  • Instagram - Grey Circle

© Jógvan Zachariassen, 2016. All rights reserved